Fyri løtu síðan flutti løgmaður fram sína ólavsøkurøðu.
??ll frágreiðing løgmans á ólavsøku kann lesasther
Røðan kann lesast niðanfyri:
Harra formaður, háttvirda Løgting og góðu føroyingar!
»Antin ??? ella...«
Hesi bæði smáu orðini ??? »Antin ??? ella« ??? eru í so mongum karmurin um okkara lív.
Tí hvønn dag velja vit. Smá val, ið vit neyvan hugsa stórvegis um ??? men eisini stór val, ið hava avgerandi týdning og krevja, at vit hugsa væl um avleiðingarnar, áðrenn vit taka støðu.
Tí við valinum kemur eisini ábyrgdin.
Onkuntíð velja vit einki. Gera einki. Men tað er eisini eitt val ??? og ábyrgdin av avleiðingunum er okkara ??? eisini tá.
***
Harra formaður!
Tann 17. november í 1990 var ein ruskutur vetrardagur í Klaksvík. Hesin dagurin stendur rimmarfastur í minninum, hóast 30 ár skjótt eru liðin.
Bara nakrar dagar frammanundan hevði eg fylt 18 ár ??? og nú skuldi eg fyri allarfyrstu ferð á løgtingsval.
Fetini niðan í KÍ-høllina vóru løtt. Løtan var hátíðarlig.
Eg var glaður um loksins at sleppa at velja, hvørji virði eg helt, okkara samfelag skuldi byggja á. Hvønn veg vit skuldu fara.
Eg var spentur og vónríkur.
***
Spentur og vónríkur var eg eisini, tá ið eg fyri fýra árum síðani tók við løgmansembætinum. Tá ið vit skipaðu samgongu, settu vit okkum stór mál og í felag gjørdu av, hvønn veg, vit skuldu fara.
Og nú valskeiðið er um at renna út, havi eg grundað yvir, hvussu vónin hevur tað í dag ??? nú fýra ár seinni.
Tað er eingin loyna, at fleiri baldrutar løtur hava verið. Tað slepst neyvan undan, tá ið tú stjórnar einum landi.
Kortini hava vit bygt á tey virðini, sum vit framvegis av heilum huga trúgva á. Og samstarvið hevur verið gott.
Eg kann tí lættliga leggja hondina á hjartað og svara, at vónin framvegis er eins sterk ??? um ikki sterkari ??? enn fyri fýra árum síðani.
Sterkastu rótina til vónina finni eg í fólkinum. Eg havi sæð so mong dømi um, at tað í Føroya fólki býr eitt heilt serligt seiggi.
Vit eru trúføst, støðuføst og samhaldsføst.
Vit hjálpast at ??? og veita av okkara eintingum eina hond, tá ið á stendur.
So eg havi bjartar vónir.
Eisini til komandi val.
Eg veit, hvussu góðir føroyingar eru við fólkaræðið. Sama, hvussu tað tørnar út, virða vit úrslitið treytaleyst. Eisini tá vit eru vónbrotin.
Hetta er eingin sjálvfylgja.
Tí eitt fólkaræði má røkjast. Treytin fyri, at tað virkar væl, eru virknir borgarar, sum skyna millum sjónarmiðini hjá flokkunum, og sum síðani taka støðu. Sum eru virknir í orðaskiftinum, fylgja við og eru á varðhaldi.
Av teimum 37.000, sum nú hava valrætt, eru eini 3000 ung fólk, sum á fyrsta sinni skulu á løgtingsval. Og hvør veit? Møguliga fer eisini ein blaðungur komandi løgmaður við løttum fetum og bjartari vón á valstaðið.
Hartil eru tilflytarar, ið á fyrsta sinni skulu velja, og útisetar, ið seinastu fýra árini eru fluttir heimaftur.
Komandi vikurnar fáa tey høvi at fylgja valstríðnum og síggja, hvørji »antin-ella« eru at velja ímillum.
***
Harra formaður!
Á seinasta vali var úrslitið greitt. Føroyingar valdu eina nýggja kós. Eina kós móti einum nútímans samfelag við javnbjóðis rættindum fyri øll. Eina kós, sum skuldi fáa valdið og virðini út til fólkið aftur.
Ta kósina hava vit hildið. Virðini koma nú nógv betur øllum føroyingum til góðar, heldur enn at savnast á fáum hondum.
Samfelagið er vorðið meiri tíðarhóskandi, og fólkatalið er vaksið skjótari, enn nakar hevði torað at droymt um.
Á løgtingsvalinum hesa ferð verða vit umleið 1000 veljarar fleiri enn á seinasta vali.
Hetta er met ??? og seinastu fýra árini eru fleiri met sett.
Ongantíð hava so nógv lisið og lært í Føroyum.
Ongantíð hava so nógv verið til arbeiðis og so fá verið arbeiðsleys.
Ongantíð hava vit havt so nógvar vinnufyritøkur og íverksetarar.
Og ongantíð hava avlopini hjá vinnuni verið so stór sum seinastu fýra árini.
Hetta er ikki komið av sær sjálvum. ??ll eiga sín lut í framgongdini.
Men hóast tølini geva eina ábending um góðu gongdina, so siga tey kortini ikki alt, um tey standa einsamøll.
Tey siga ikki, hvussu gerandisdagurin hjá barnafamiljunum hongur saman, ella hvussu væl tilflytararnir gerast ein partur av samfelagnum.
Tey útgreina ikki støðuna hjá eldru borgararunum, hvussu mentanarlívið livir ??? ella hvussu nógv sjálvboðið arbeiði verður gjørt.
Tí hevur tað avgerandi týdning fyri meg javnan at koma í samband við tey, sum alt snýr seg um, nevniliga borgaran.
Vit frætta bara um, hvørjar avbjóðingar fólk stríðast við, um tey greiða okkum frá, hvat ið er gott, og hvat ið má gerast betur.
***
Tað er uppgávan hjá okkum politikarum at skapa karmarnar um samrøðuna.
Tí bjóðaðu vit herfyri foreldrum til morgunmat og prát um familjupolitikk. Tey, ið møttu, vóru serliga foreldur at børnum, ið stríðast við serligar avbjóðingar av ymsum slagi.
Tey høvdu nógv upp á hjartað.
Tað var rørandi ??? og torført at halda tárunum aftur. Og tað er júst í slíkum erligum samrøðum, at vit síggja, hvussu viðurskiftini kunnu gerast enn betri, og hvørji stig eiga at verða tikin.
Eitt annað slíkt dømi var stóra ráðstevnan, sum Almannaverkið skipaði fyri í mai. Eisini har fingu vit nógv ítøkilig dømi um, hvat eigur at verða gjørt betur.
Eitt, sum nógv teirra hava í felag, er, at tey eru móð. Móð av skipanum, sum ikki tosa nóg væl saman ??? maktað av ikki at kenna seg loftað á nóg góðan hátt.
Og tað vóru eisini slíkar erligar frágreiðingar, sum vístu okkum á vantandi bústaðirnar til fólk við serligum tørvi. Tí settu vit 200 milliónir av til at byggja vardar bústaðir, nýtt Barnaheim og heim til børn og ung við autismu. Hetta er størsta sosiala bústaðarraðfesting nakrantíð.
Slíkar viðmerkingar frá borgarum elvdu somuleiðis til, at børn og ung við sosialum og sálarligum avbjóðingum ??? og familjur teirra ??? nú fáa hjálp. Átakið ???Megna títt lív??? skal lofta ungum, sum hava umfatandi og samansettar trupulleikar.
Tað fer somuleiðis at merkjast væl, tá ið Rásin fer at kunna tvífalda næmingatalið.
Fremsta málið má tó vera at fáa ferð á byggingina, og at fáa ymsu skipanirnar at tosa betur saman, so tað eisini verður lættari og liviligari hjá hesum familjum.
***
Tí øll børn og ung eiga at hava somu grundleggjandi treytir fyri at eydnast í lívinum.
Míni børn. Børnini hjá grannanum. Ja, greiða málið má vera, at øll børn í landinum fáa eitt so gott útgangsstøði sum gjørligt. Hetta er kjarnin í vælferðarsamfelagnum.
Og at seta børnini á breddan hevur alstóran týdning, tí tað verða støðugt fleiri børn fødd herheima.
Tíbetur kunnu vit staðfesta, at støðugt færri børn nú liva í fátækraváða.
Góða gongdin, sum byrjaði undir undanfarnu samgongu, hevur fingið ferð á seinastu fýra árini, og málið er framvegis, at einki barn skal liva í fátækraváða í Føroyum
??ll børn skulu kunna luttaka á jøvnum føti við javnaldrarnar.
Harra formaður!
Tað, at øll eiga at hava somu grundleggjandi møguleikar, leggur stóra ábyrgd á okkum politikarar at skipa inntøkur og útreiðslur á skilagóðan hátt ??? og best fyri flest.
Tí gjørdu vit beinanvegin nøkur hugsjónarlig val, sum góvu okkum betri fíggjarligt rásarúm.
Til dømis broyttu vit inntøkugrundarlagið. Heldur enn at hækka lønarskattin hjá hvørjum einstøkum føroyingi, rinda alivinnan og fiskivinnan nú eitt rímiligari gjald fyri síni framíhjárættindi.
Tað hevur givið okkum fleiri enn 300 milliónir krónur eyka at raðfesta fyri. Vit hava raðfest sterkari heilsu- og almannaverk. Fleiri læknar. Styttri bíðitíð. Betri samferðslu. At styrkja fólkaskúlan. Og at minka um skattin hjá lágløntum.
Samfelagið er nú samhaldsfastari. Og framvegis tvíhalda vit um, at ovurstóru virðini eiga at koma øllum føroyingum til góðar.
Vit hava sett eina nýggja fiskivinnuskipan í verk. Hon byggir á grundreglurnar um, at livandi tilfeingið í sjónum er ogn Føroya fólks og kann ongantíð gerast privat ogn.
Og, ja, nakrir tættir mangla framvegis, áðrenn nýskipanin virkar til fulnar. Men halda vit fast í grundreglunum í nýskipanini, so fara vit at síggja fleiri nýggjar og stórar íløgur heilt skjótt.
Stóra og grundleggjandi arbeiðið er nú gjørt. Vit tóku ábyrgd ??? vit tordu at taka neyðugu tøkini, ið skiftandi stjórnir ikki tordu at taka í áravís.
Einki at gera er eisini eitt val. Men eisini tá eiga vit ábyrgdina av avleiðingunum.
Tað lættasta er at lata standa til ??? serliga í góðum tíðum.
Tað er lættari ??? men tað er ikki rættari.
Høvdu vit einki gjørt, høvdu nøkur verið nógv ríkari og nøkur fátækari. Summi høvdu forvunnið meiri. Men ikki øll.
Vit høvdu verið nærri einum stættarsamfelagi, har nøkur eru A-borgarar og onnur eru B-borgarar. Har »antin-ella« ikki er eitt val, tí summi verða fødd til ríkidømi og stórar møguleikar, og onnur fáa eitt nógv verri útgangsstøði í lívinum.
Vit eru ikki ??? og skulu ikki ??? øll vera líka. Men vit skulu tryggja øllum á leið somu møguleikar.
Tað hevur verið aðalmálið seinastu fýra árini, og vit hava nú eitt ríkari, tryggari og liviligari samfelag.
Eg eri errin av, at okkara land nú er vorðið meiri tíðarhóskandi við longri barsilsfarloyvi, hækkaðum barnafrádrátti, lestrarstuðli, familjuískoyti ??? og støðugt vaksandi tali av læru-, útbúgvingar- og granskingarmøguleikum. Hetta ger, at fleiri nú velja Føroyar. Eisini stakir uppihaldarar.
Her er blivið rúmligari ??? eisini hjá minnilutabólkum og familjum teirra.
Vinnan hevur eisini fingið meiri tíðarhóskandi karmar. Tað er blivið høgligari at reka matstovur og gistingarhús, at framleiða og selja føroyskan mat, eins og tað er vorðið lættari at ferðast til og úr Føroyum.
At tað er vorðið rúmligari sæst eisini aftur í teimum valmøguleikunum, sum nú lata seg upp fyri okkara gávaða ungdómi. Í seinastuni hava vit sæð hópatals dømi um, at tað er vorðið lættari hjá ungum talentum at velja dreymin og ganga nýggjar leiðir heldur enn bara at fylgja smølu, siðbundnu rásunum.
Harra formaður!
Eg legði út við at nevna »antin ??? ella« hjá Kirkegaard.
Um ein mánað skulu vit aftur velja.
Hetta er eitt av teimum valunum, sum krevja rannsakan, og at vit hugsa um avleiðingarnar. Væntandi verða níggju flokkar at velja ímillum, men bara ein krossur kann setast.
Hvørja kós velja vit?
Skulu tilfeingisgjøldini í fiskivinnuni og alivinnuni aftur minkast niður í einki, og skulu nýskipaninar rullast aftur ??? samstundis sum persónsskatturin skal lækkast og vælferðin styrkjast?
Tað ber jú ikki til. Vit fáa ikki »bæði ??? og«, men mugu velja »antin ??? ella«. Tí vælferð kostar.
Skulu tilfeingisgjøldini lækkast við fleiri 100 milliónum, mugu vanlig fólk rinda fleiri 100 milliónir meiri í skatti, um ikki vælferðin skal skerjast ógvusliga.
Tað er at flyta pening frá vanligum fólki til nakrar fáar fyritøkur, sum fáa framíhjárættindi til at nýta okkara tilfeingi ??? okkara fisk og okkara firðir.
Nei, skulu komandi árini eisini roynast væl, krevst, at vit halda fast um varna fíggjarpolitikkin og menna nýskipanirnar. At vit halda fram at leggja pening til síðis til verri tíðir ??? sum vit vita fara at raka okkum fyrr ella seinni ??? og at vit hvønn dag velja tað samhaldsfasta, sjálvbjargna og tíðarhóskandi samfelagið.
Tá ið vit tóku við í 2015, arvaðu vit ein landskassa, sum hevði havt hall ikki færri enn átta ár á rað ??? samanlagt tríggjar milliardir.
Síðani 2016 hava vit havt yvirskot. Tilsamans meira enn hálva aðru milliard í yvirskoti hetta valskeiðið. Búskapurin er eisini meira sjálvberandi, og skuldin er minkað 1,3 milliard. Hartil er ríkisveitingin nú ein minni partur av føroyska búskapinum og av samlaðu almennu inntøkunum, enn hon nakrantíð áður hevur verið.
Kortini er alt, vit hava gjørt, væl og virðiliga fíggjað. Tí við at fremja tær átrokandi nýskipanirnar kundu vit fíggja tað, vit vildu gera á vælferðarøkinum.
Til dømis hava vit raðfest korini hjá sjúklingum.
Talið á kommunulæknum ??? eisini í føstum starvi ??? hevur ongantíð verið so stórt sum nú, og í næstum verða tilsamans 34 kommunulæknaviðtalur í landinum ??? tað mesta nakrantíð.
At vit nú hava savnað sjúkrahúsverkið undir einari felags leiðslu, styrkir tað ??? og kemur øllum til góðar.
Og at Løgtingið einmælt samtykti uppskotið um viðgerðartrygd, vísir breiða semju um, at tá ið vit gerast sjúk, skulu vit hava læknahjálp ??? ikki bara eitt nummar, sum staðfestir, hvar í bíðirøðini, vit eru.
Ein annar liður í at fáa fleiri læknar er, at føroysk læknalesandi nú hava fyrstarætt til lestrarstørv í Føroyum. Hetta fer sannlíkt at fáa fleiri teirra at starvast í okkara heilsuverki seinni.
Størsta frambrotið á heilsuøkinum er tó serlæknatalið, ið er vaksið við einum triðingi ??? úr gott 30 serlæknum til gott 40.
Síðani vit stovnaðu serlæknapuljuna í 2016 hava sergreinir, ið hava verið ómannaðar í mong ár, nú aftur serlækna í føstum starvi. Hjartalækni, giktalækni, lungalækni, diabeteslækni og røntgenlækni eru settir; somuleiðis eru fleiri psykiatarar komnir afturat, og fýra barnalæknar eru nú á barnadeildini
Harra formaður!
Ein av barnalæknunum er mín góði vinmaður, Elmar ??sá.
Hann starvast á Landssjúkrahúsinum ??? men hann vildi gera meiri fyri børn við autismu og familjur teirra, enn hann fekk gjørt á barnadeildini.
Hann kundi latið staðið til. Ypt øksl og sagt, at onkur annar átti at gjørt okkurt.
Men í juni rann, súkklaði og svam hann 452 kilometrar og savnaði soleiðis meiri enn hálva millión krónur inn til børn við autismu. Tað var einki minni enn eitt bragd.
Allan teinin á tamb hevði hann eitt val um antin at gevast ??? ella at halda á.
Men hóast orkan gekk undan, hóast tað tóktist ørt og ómøguligt, ??? og tað hevði verið lættast at givist ??? so helt hann á.
Hetta avrikið vísir, hvussu vit einsæris kunnu velja at taka ábyrgd og gera mun fyri mong.
Tað vísir, hvussu besta úrslitið fæst, um alment og privat draga somu línu og styðja hvørt annað.
Hóast vit hava eitt væl ment vælferðarsamfelag, hava vit eisini ábyrgd fyri næstanum.
Tí vit vita, at lagnan kann raka hart. At hóast vit velja nógv í lívinum, so eru vit ikki harrar yvir øllum. Og vit vita, at sumt er ringt at spáa um.
***
Til dømis var vónleyst at spáa um stóra vøksturin í fólkatalinum og í ferðavinnuni ??? og harvið eisini árinini á umhvørvið.
Í Føroyum eru vit vælsignað við einum frælsi, ið vit ikki eiga at taka fyri givið. Vit velja, sum vit halda vera best ??? bæði tá ið ræður um útbúgving, vinnuveg, maka, trúgv, politiska støðu ??? ja, í stórt sæð øllum lutum er valið frítt.
Men ikki øll hava hetta fría valið, tá ið um egnan bústað ræður, tí trýstið á marknaðin er stórt. Og eingin hevði ímyndað sær, at tað fór at ganga so skjótt at venda gongdini við minkandi fólkatali.
Men nú tørvar okkum fleiri og fjøltáttaðar bústaðir, serliga íbúðir fyri rímiligan kostnað, lestraríbúðir og bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum.
Nøkur stig eru tikin rætta vegin. Vit játtaðu Bústøðum 250 milliónir kr. aftur at teirri byggingini, ið var í gongd. Almenna bústaðafelagið hevur nú um 250 bústaðir, og um nøkur ár verður talið 650.
Men hetta er ikki nóg mikið. Meiri má gerast, og vinnan, privatfólk og onnur mugu eisini taka samábyrgd.
Hundraðtals hús og íbúðir standa tóm meginpartin av árinum. Tí er skatturin fyri at langtíðarútleiga lækkaður munandi. Soleiðis ber til at hjálpa øðrum føroyingum í heimloysi heldur enn ikki at leiga út ??? ella at stutttíðarútleiga til ferðafólk.
Tí eingin føroyingur eigur at vera heimleysur. Tað eigur at vera øllum tryggjað at hava eitt stað, sum tú við vissu veitst, er títt heim.
Her mugu vit øll hjálpa hvør øðrum og taka ábyrgd.
Tað, sum Elmar ??sá vísti, var júst ábyrgd. Og tað eru fleiri góð dømi um, hvønn mun privat fólk kunnu gera.
Átøk, sum »Fýra plastikk um dagin«, »Rudda Føroyar« og »veðurlagsverkfallið« hava øll tað í felag, at vanligir føroyingar við sterkari ábyrgdarkenslu fara til verka, heldur enn at yppa øksl og lata standa til.
Summi vilja vera við, at okkara dálking ger lítlan mun í altjóða høpi. Tað er helst rætt. Føroyar eru smáar. Men sjálvandi hava vit eina ábyrgd eins og onnur. Og um vit læra av Elmari ??sá, síggja vit, at tað sindrið, ið vit sjálvi kunnu gera, sjálvandi eisini ger mun.
Umhvørvispolitikkur byggir jú á samhaldsfesti millum lond og ættarlið.
Vit verja okkum sjálv við at verja umhvørvið.
Vit verja fiskimannin og familju hansara við ikki at oyða stovnarnar.
Vit verja alt livandi í bergi, fjørði og haga við ikki at tveita rusk í náttúruna.
Og vit verja børn, ung og komandi ættarlið, um vit røkja okkara land og hav, eins og forfedrarnir gjørdu.
Um ikki arbeiðspláss og vøkstur byggja á burðardyggar loysnir, so saga vit greinina av, sum vit sita á.
Tí tað reina umhvørvið er treytin fyri trivnaði á øllum økjum í landinum. Tað er treytin fyri okkara høvuðsvinnu.
Eitt risa fet rætta vegin er semjan millum vinnuna, havfrøðina og politisku skipanina um, hvussu vit umsita botnfiskastovnarnar undir Føroyum. Hetta eigur øll tann politiska skipanin at standa saman um.
***
Og reina umhvørvið hongur somuleiðis óloysiliga saman við ferðavinnuni.
Miðvísa marknaðarføringin hjá Visit Faroe Islands hevur munað nógv betur, enn nakar hevði torað at droymt um.
Men ferðavinnan má og skal skipast soleiðis, at náttúran verður varðveitt, og umhvørvið ikki verður dálkað.
Alt fyri eitt mugu vit gera greiðar reglur og mannagongdir fyri at ganga í haga, nær gjøld kunnu vera tikin, og hvat ið tann peningur, sum kemur inn, skal verða nýttur til.
Hetta er helst mest átrokandi avbjóðingin við ferðavinnuni í løtuni. Men afturat avbjóðingunum eru eisini stórir fyrimunir.
Íløgurnar í ferðavinnuna eru metstórar. Umsetningurin verður í ár væntandi 800 milliónir ??? og hann veksur støðugt. Eisini hevur ferðavinnan skapt nógv nýggj størv kring alt landið ??? og sum frá líður skal hon geva inntøkur alt árið. Hartil eru fleiri spennandi mat- og mentanartilboð komin við ferðavinnuni, sum eisini vit føroyingar njóta gott av.
Og tað er eitt framstig, at vit eru farin undir at menna okkum enn meiri á ferðavinnuleiðini við útbúgvingum.
***
Sum heild hava vit hetta valskeiðið lagt doyðin á, at okkara ungu skulu velja útbúgving eftir hegni og hugi ??? og ikki bara fylgja streyminum til eina bókliga útbúgving.
Fyri at stuðla undir hesi gongdini er nýggj Vegleiðingarstova stovnað. Hon fer at ráðgeva ungum og tilkomnum, sum ivast í útbúgvingar- og yrkismøguleikum.
Eitt annað átak var at eftirmeta yrkisútbúgvingarskipanina ??? og nú verða tillagingar gjørdar og settar í verk.
Yrkisútbúgvingarnar verða somuleiðis lyftar við tí slóðbrótandi trípartasamstarvinum, ið tað loksins hevur eydnast at fáa í lag millum landsstýrið, arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar. Hetta fer at tryggja bæði fleiri lærlingar og betri útbúgvingarmøguleikar.
Samantalt eru ikki færri enn 18 nýggj útbúgvingartilboð sett á stovn seinastu fýra árini.
Eitt teirra er nýggja listaútbúgvingin, sum er kærkomin, tí vit vita, at føroysk mentan um somu tíð er bæði sterk og viðbrekin.
***
Mentanin er orsøkin til, at vit yvirhøvur búgva her. Verður hon ikki styðjað og styrkt, viknar føroyski samleikin.
Fyrr í ár sóu vit, hvussu stóran týdning søgu- og mentanararvur hevur fyri eitt fólk, tá ið víðagitna kirkjan, Notre Dame, í París fór upp í royk.
Hendingin fekk meg at hugsa um okkara egna mentanararv, og hvussu vit sjálv fara um fornminnini og søguliga arvin.
Tað er til dømis ein fongur, at hvalastøðin við Áir nú er latin upp sum savn, at vit hava fingið nýtt skjalasavn á Tvøroyri, og at vit eru farin undir at talgilda søgulig skjøl.
Men mentanararvurin snýr seg ikki bert um bygningar og ting frá eini farnari tíð. Hann snýr seg eisini um samleika, upplivingar og trivnað.
Við UNESCO sáttmálanum eru týðandi stig tikin til at varðveita livandi mentanararvin, sum okkara føroyski samleiki er grundaður á.
Og mentanin er eisini nútíðarlig. Fyri at tryggja eitt høgt mentanarstig hava vit stovnað listafólkalønina. Hon veitir tiltrongdar arbeiðsnáðir ??? til gleði og gagns fyri okkum øll.
Harra formaður!
Heimurin er nógv broyttur seinastu fýra árini.
Vit kundu latið broyttu fortreytirnar stýrt okkum. Ypt øksl, sagt ábyrgdina frá okkum og verið dølskir áskoðarar. Men vit valdu at taka stig.
Tí teljast vit nú millum tey heilt fáu londini, sum Bretland hevur gjørt fríhandilssáttmála við. Hetta tryggjar okkum, at søguliga sterki samhandilin við Bretland verður varðveittur ??? eisini eftir Brexit.
Vit hava eisini arbeitt miðvíst fyri at bøta um møguleikarnar hjá føroyskum útflytarum í aðrar mátar.
Týðandi stig eru tikin til at fáa betri atgongd til russiska marknaðin. Eisini líður væl at gera ein fríhandilssáttmála við Japan ??? og í næstum lata vit upp sendistovu í Kina. Hon skal eisini røkja okkara áhugamál í Japan, Vietnam og Suðurkorea, har stórir vakstrarmøguleikar eru.
***
Men eisini her heima hava vit tikið størri ábyrgd.
Leingi hava vit ynskt sjálv at gera av, hvussu karmarnir um familjuna verða skipaðir. Tí yvirtóku vit familjurættin fyri einum ári síðani.
Vit hava eisini tikið avgerandi fet á leiðini ímóti at yvirtaka alt útlendingaøkið. Í framtíðini fer ??tlendingastovan at umsita og taka avgerðir í málum um eitt nú familjusamanføring, arbeiðs- og uppihaldsloyvi ??? og uppihaldsloyvi fyri lesandi.
Í hesum høpi er gleðiligt at staðfesta, at arbeiðið við at skipa føroyskt sum annaðmál stórt sæð er klárt at seta í verk.
Talan verður um ein felags innsats um alt landið, sum fer at veita tilflytarum jøvn, góð málslig tilboð, og sum so líðandi skal styrkjast. Miðjað verður ímóti, at allir tættir í skipanini eru komnir í fasta legu um trý ár.
***
Góðu føroyingar!
»Antin ??? ella.«
Tað valið gera vit dagliga, eisini hvørja ferð vit orða okkum. Vit kunnu orða okkum antin hóvliga og uppbyggiliga ??? ella óreiðiliga og meinfýsið.
Millum samgonguna og andstøðuna rúka mangan óreiðilig orð, og vit eru skjót at brigsla hvør øðrum.
»Soleiðis er politikkur bara« verður ofta sagt. Men tað er ikki rætt. Tí tað eru vit, politikarar, sum velja, hvussu politikkur skal vera.
Málið eigur at vera nógv fleiri semjur tvørtur um samgongu og andstøðu. Hetta verður ein týðandi uppgáva fyri komandi 33 tingfólkini at loysa.
Komandi, sigi eg, tí í dag verður valstríðið skotið í gongd.
Og eg veit, hvussu skjótt orðavalið og tónin í valstríðnum kann fara á glið. At tað gerst persónligt, ljótt og skitið ??? serliga í sosialu miðlunum.
Eg fari tí staðiliga at heita á okkum øll um at tryggja, at vit fáa eitt gott og siðiligt valstríð. At vit virða hvørt annað ??? hóast vit í mongum eru rúkandi ósamd.
Og lat meg gera greitt, at talan er um eitt val. Sama hvat tú valdi seinast, royn so at lurta við opnum sinni eftir tí, flokkarnir siga, og ger tær so eina niðurstøðu. Kanska endar tú aftur í sama staði sum undanfarin val. Tað er alt í lagi. So leingi sum tú hevur lurtað eftir møguleikunum og velur eftir tíni egnu samvitsku.
At enda vil eg hjartaliga takka Framsókn og Tjóðveldi fyri samstarvið, og andstøðuni fyri samstarv og gott mótspæl. Eg vil takka Føroya fólki fyri álitið, okkum varð sýnt á seinasta vali og fyri mangar góðar og gevandi løtur kring landið hesi seinastu fýra árini.
Tað hevur verið mær ein stórur heiður at verið tykkara løgmaður.
Eg skal nýta høvi at ynskja øllum flokkum, øllum valevnum og øllum føroyingum góða ólavsøku og gott val.
Gud signi Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald