Politikkur

??kt játtan til fyribyrging og viðgerð av diabetes

...

2013-10-01 21:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 eru 3,7 mió. krónur settar av til betri viðgerð til fólk við diabetes.

Í juli mánað í ár handaði arbeiðsbólkur landsstýrismanninum í heilsumálum eina diabetesheildarætlan fyri Føroyar. Eitt av tilmælunum í ætlanini er, at í tann mun tað ber til, skulu fólk við diabetes týpu 2 viðgerast í primera geiranum, t.v.s. uttanfyri sjúkrahúsini. Bólkurin ger greitt, at skal hendan ætlan eydnast er týdningarmikið at styrkja fakliga førleikan í nærumhvørvinum í tøttum samstarvi við ambulatoriið á sjúkrahúsunum.

??kta játtanin fer lutvíst til at seta sjúkrarøktarfrøðingar við sergrein í diabetes og kostráðgevar ??? dietistar ??? í starv kring landið. Samstundis verður diabetesambulatoriið á Landssjúkrahúsinum styrkt. Í viðmerking sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður:

- Í okkara lítla samfelag kenna flest øll onkran, sum er raktur av diabetes. Kanningar siga okkum, at um 3000 føroyingar hava týpu 2 diabetes og onnur 3000 hava undanstig til sjúkuna. Tí er alneyðugt at gera átøk, sum bæði bøta um viðgerðina, men ikki minst styrkja fyribyrgingina av sjúkuni beinanvegin. Eg trúgvi uppá, at hesi átøk fara at gera mun fyri tann einstaka, sum fær eina góða viðgerð tættari heiminum og fyri samfelagið loysir tað seg heilt vist eisini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder