Ítróttur

07 Vestur hevur selt Oliver Klemensen Bødkær til HB

Takk fyri tíðina, Oliver.

2026-11-11 17:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Við sínum dygdum á vøllinum og góða lyndi hevur Oliver verið ein virðismikil partur av 07 Vestur. Vit hava verið sera glað fyri at hava hann í felagnum og takka honum fyri alt tað, hann hevur givið okkum, bæði sum spælari og menniskja.
Tað er við sorgblídni, at vit siga honum farvæl. Vit høvdu fegin havt hann við okkum víðari, men hava samstundis stóra virðing fyri, at hansara fótbóltsligu dygdir og mál røkka longur enn til at spæla í 1. deild.
Vit takka Oliver hjartaliga fyri tíðina í 07 Vestur og ynskja honum alt tað besta í HB og á leiðini víðari.
Takk fyri alt, Oliver, tað skrivar 07 Vestur.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder