JN

Okkurt at læra av Grønlandi hvat Koronu viðvíkur

...

2020-11-09 09:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Okkurt at læra av Grønlandi hvat Koronu viðvíkur ?

Var í Grønlandi í summar og arbeiddi har nakrar mánaðir.

Áðrenn fráferð úr Føroyum, varð kravt av grønlendsku mynduleikunum, at eg skuldi hava tikið eina Koronatest, sum ikki skuldi verða eldri enn 72 tímar. Prógvið um negativa test skuldi eg hava við mær ella senda mynduleikunum, áðrenn eg fór í flúgvarin ávegis til Grønlands.

Um hetta mundi var talið av ferðandi við flogfarðinum úr Keypmannahavn avmarkað til 600 um vikuna. Komin umborð legði eg til merkis, at lættt var at halda frástøðu, tí skipað var soleiðis fyri, at bert eitt avmarkað tal av ferðandi vóru við á hvørjum túri. Eisini vóru tað longu tá fleiri ið nýttu munnbind.

Var stutt frammanundan komin úr Føroyum við, so at siga, fullfermdum flogfari.

Komin til Nuuk gekk leiðin víðari til Eysturgrønlands. Har skuldi eg taka nýggja test 5 dagar eftir at eg var komin ??? og tað bleiv sjálvandi gjørt.

Ferðafólkaleiðina til Eysturgrønlands via Ísland høvdu mynduleikarnir stongt.

Higartil eru knapt 500 Korona tilburðir staðfestir í Føroyum. Í Grønlandi er talið 17.

So kanska hava vit okkurt at læra av Grønlandi.

Tordur J. Niclasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder