
Okkara vistfrøðiligi
Nú er hannendiliga her! Okkara vistfrøðiligi pilsnari. Okkara hevur frá byrjan lagt seg eftir at vera eitt føroyskt bryggjarí við umhvørvisvinaligari framleiðslu, og nú hevur Okkara eisini fingið vistfrøðiligu ølina, sum er bryggjað úr 100% vistfrøðiligum tilfari og føroyskum vatni.
???Vit hava sæð ein vaksandi eftirspurning eftir eini vistfrøðiligari øl, og nú kunnu føroyingar við góðari samvitsku hugna sær við eini øl,??? sigur Petur ??l.
Tann vistfrøðiligi pilsnarin, No7, er ein løtt, frísklig og perlandi øl, ið hóskar væl til summarið. ???Tað er gleðiligt, at No7 varð klár til summarið, tí hon hóskar væl til ein ljósan summardag og ger góðar løtur enn betri???, sigur Petur, ið samstundis gleðir seg til tað føroyska summarið. ???Hendan kemur við mær á Slættaratind longsta dag og á Sandagerð ein sólveðursdag, tað er vist???, sigur Petur ??l.
???No.7 ??? Okkara pilsnari??? fæst í Rúsuni og í sølubúðunum hjá Okkara kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald