Politikkur

Okkara gomlu gjalda prísin fyri at lata samfelagið upp aftur

...

2020-06-14 21:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú landsstýrið hevur avgjørt at lata samfelagið meira upp, fer taðenn einaferð at raka gerandisdagin hjá okkara eldru borgarum meint. Tað er vanligt vit og skil fyri flestu okkara, at við tað at samfelagið verður meira opið úteftir, so verður gerandisdagurin hjá okkara eldru meira afturlatin og avbyrgdur. Í vikuni hoyrdu vit m.a. frá dugnaligu starvsfólkunum íheimatænastuni í Vágum, at tað er trupult at verja okkara gomlu uttan at avbyrgja tey.

Allíkavæl hoyrist lítið og einki frá landsstýrinum um, hvussu hesin trupulleikin skal loysast. Hevur landsstýrið púrasta gloymt okkara eldru borgarar? Er ætlanin bara at góðtaka, at hesi, sum vit søgdu okkum vilja verja, skulu bera tyngstu byrðuna av koronasjúkuni við at sita avbyrgd og einsamøll?

Fyri mær tykist taðsum, at landsstýrið bara roynir at kveistra ábyrgdina yvir á kommunurnar og starvsfólkini íheimatænastuni og á eldrasambýlum. Um tað var avgerandi fyri vinnufyritøkur og ferðavinnuna at lata samfelagið meira upp, so kundi landsstýrið í staðin valtat veita nógv meira stuðul enn gjørt er í hjálparpakkunum.

Higartil hevur landsstýrið átikið sær sera lítlan part av kostnaðinum fyri koronakreppuna samanborið við stjórnirnar í grannalondunum. Avleiðingin av hesum misskilta sparseminum erógvuliga dýr!

Um prísurin fyri at lata Føroyar upp fyri umheiminum er, at okkara eldru sita einsamøll, so haldi eg, tað er for dýrt.

Tey hava uppiborið betur.

Heðin Mortensen,
Javnaðarflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder