JN

Okkara framleiðir serstaka øl til G!

...

2014-11-20 18:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fýra ára samstarvsavtalan, sum Okkara og G! undirskrivaðu fríggjadagin, merkir, at ein serstøk G! øl verður framleidd til komandi festivalarnar.

Ein fastur partur av avlopinum av søluni av hesi øl verður latið til eitt komandi spælistað í Eysturkommunu.

Tað er Tónleikamiðstøðin, ið arbeiðir við eini ætlan at gera spælistað.

Seinasta fríggjadag skrivaðu Okkara og G! undir fýra ára samstarvsavtalu, sum merkir, at tað verða drykkjuvørur frá bryggjarínum á Velbastað, sum verða at fáa til keyps á teimum komandi festivalunum.

Í sambandi við avtaluna fer Okkara at framleiða eina serliga G! øl, ið kemur á marknaðin í góðari tíð undan festivalinum, og sum verður høvuðsølin á komandi fýra festivalunum. Avtalan millum G! og okkara ber í sær, at 50 oyru av hvørjari seldari øl verða latnar í stuðli til Tónleikamiðstøðina.

Tónleikamiðstøðin hevur sum endamál at bøta um umstøðurnar hjá tónleikarum í Eysturkommunu, og fyrst á dagskránni er at gera venjingarhølir og nýtt og gott spælistað, ið kann vera virkið alt árið. Tað eru G! og Tónleikasamtakið Grót, sum í felag standa aftan fyri Tónleikamiðstøðina.

Fíggjarliga grundarlagið undir Tónleikamiðstøðini hevur higartil einans verið eitt møguligt avlop av G! festivalinum. G! festivalurin hevur seinastu fimm árini tvær ferðir givið yvirskot, og eru gott 300.000 krónur latnar Tónleikamiðstøðini.

- Við hesi avtaluni tryggja vit, at Tónleikamiðstøðin hvørt ár fær ágóðan av G! Festivalinum, og soleiðis verður skjótari at røkka málinum, sigur ein fegin Sigvør Laksá, ið saman við ??sbjørn Jacobsen og Sjúrði Justinussen manna nevndina í Tónleikamiðstøðini.

- Vit gleða okkum til samstarvið og halda tað vera ógvuliga spennandi at sleppa at verða við til at bøta um karmarnar hjá tónleikinum, sigur Tummas Hanus Dam, stjóri í Okkara. Tað skrivar gfestival.fo í morgun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder