Politikkur

??kið Eystan Múla uppí vælferðarsamfelagið

...

2019-08-18 20:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

??ll sum hava fylgt við í politikki bara eitt lítið sindur vita, at tað var Fólkaflokkurin saman við undanfarnu samgongu, sum legði grundarlagi

undir góðu tíðunum, vit nú hava, og sum sitandi samgongan hevur sólað sær í.
Uttan Fólkaflokkin og undanfarnu samgongu var ikki nógv hjá hesi samgongu at deila út. Tíverri fingu vit ikki møguleikan at halda fram eftir síðsta løgtingsval.
Fólkaflokkurin ynskir, at allar Føroyar skulu merkja góðu tíðirnar. Vit ynskja, at øll - líkamikið hvar í landinum tey búgva - skulu fáa lut í vælferðini.
Tá vit tosa um at javntstilla økir í landinum, so kemst ikki uttanum samferðsluna. Eitt av teimum økjum, sum Fólkaflokkurin hevur arbeitt fyri og framhaldandi fer at arbeiða fyri, er at fáa økið Eystan Múla uppraðfest í okkara vælferðarsamfelag.
Tað var eitt stórt frambrot á samferðsluøkinum, tá tunlarnir Norður um Fjall komu í 1965 og 1967. Nakrar kommunur rindaðu part av kostnaðinum. Samferðslan er sera nógv økt og broytt síðan 1965 og virksemi í hesum økinum er sera nógv økt við alingini. Tung ferðsla og virðir fyri 100-tals milliónir fara hvørt ár úr økinum ígjøgnum tunlarnar.
Sæ?? ì mun til hesar 100- tals milliónirnar, sum blìva skaptar ì økinum Nor??anfyri Fjall, og sæ?? ì mun til íløgur a??rasta??ni ì landinum, so er bara talan heilt smærri upphæddir, sum eru brúktar í økinum Eystan Mùla undir hesi samgongini.
Løgmaður segði í ólavsøkurøðu síni, at veljarin skuldi lurta eftir, hvat ymsu flokkarnir søgdu til valið og síðani taka støðu til, hvønn tey vildu velja út frá tí, sum bleiv sagt.
Orðini hjá løgmanni til síðsta løgtingsval
Til síðsta løgtingsval segði løgmaður m. a. at ríkidømi skuldi deilast javnari og skuldi út í hvønn krók og inn í hvørja stovu í landinum. Hetta vóru føgur orð, men tey eru ikki í samsvar við úrslitið. Tað er ein sannroynd, at ìbúgvarnir Eystan Múla ikki hava merkt nakað til hesi føgru orðini , tá umræður íløgur. 100 - tals milliónir fara úr økinum á hvørjum ári.
Nøkur økir í landinum hava bara givið til vælferðarsamfelagið undir hesi samgonguni. Hava givið til økir, sum eru betri fyri. Samferðsluliga sæð eru íbúgvarnir Norðanfyri Fjall verri fyri í dag enn afturi í 1965.
Eitt uppskot, sum kom úr økinum Norðanfyri Fjall bleiv lagt fram 2 ferðir av andstøðuni, men tað bleiv felt báðu ferðirnar av samgonguni. Uppskotið fekk tær 16 atkvøðurnar hjá andstøðuni, men ikki eina úr samgonguni. Um bara ein í samgonguni hevði atkvøtt fyri uppskotinum, so var helst longu nú byrjað at gera tunlarnar.
Um mær verður víst álit og blívi vald, so fara nýggir tunlar norður um fjall at verða raðfestir fremst. Eg havi kempað fyri nýggjum tunlum, men tíverri hevur hetta ikki borið á mál enn. Eg ynski at halda fram við hesum og koma á mál.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur og valevni hjá Fólkaflokkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder