Í tíðindunum hesa vikuna hava vit hoyrt um avleiðingarnar av nýggju fiskivinnunýskipanini hjá samgonguni, sum nú byrja at síggjast. Sjúrðaberg er seldur, Sigmundur verður lagdur og manningarnar sagdar úr starvi.
Í staðin fyri at síggja veruleikan, sum hann er, renna Aksel, løgmaður, og Høgni, landsstýrismaður, undan ábyrgd og vaska hendur.
Reiðarin verður gjørdur til lygnara. Teir báðir, Aksel og Høgni, vita betur enn reiðarin, hvussu reiðaravirksemið skal skipast.
Teir skilja ikki, at tá tey síðstu prosentini, tey sum síggjast aftur á botnlinjuni, vera tikin av kvotapartinum, minkar lønsemið hjá felagnum. Tá hesin kvotapartur er burtur og má keypast aftur á uppboðssølu fyri nógvar pengar, hevur reiðarin onki annað val enn at laga virksemið eftir broyttu umstøðunum.
Tað letur ikki til, at tað nervar teir báðar, Aksel og Høgna, at sjómenn í hópatali verða sagdir úr starvi, og familjurnar missa góðu inntøkurnar.
Tá hópuppsagnir hava verið, serliga innanfyri tað almenna, hevur Kringvarpið verið á staðnum og tosað við tey sum eru rakt av uppsagnunum. Roknast kundi tí við, at Kringvarpið fór at tosa við sjómenninar, sum orsakað av fiskivinnunýskipanini, hava mist starvið, men so var ikki.
Reiðarin var, sum vanligt, mistonkiligjørdur í stutta innslagnum í Degi og viku. Hví var hann ikki í sjónvarpsstovuni og greiddi frá, hví hann var noyddur at selja Sjúrðaberg?
Í staðin fyri fekk løgmaður atgongd til sjónvarpsstovuna, har hann fekk fría mikrofon til at burturforklára orsøkina til hópuppsagnirnar og til at niðurgera reiðaran.
Alt er vent á høvdið. Var slíkt hent undir síðstu samgongu, høvdu reiðari, uppsøgdu sjómenninir, avvarðandi og andstøðupoltikkarar verið í sjónvarpsstovuni og lagt tekstin út. Tá øll hesi høvdu úttalað seg, hevði landsstýrismaðurin sloppið at staðið til svars fyri sínum gerðum.
Tað sum hendur nú, er bert byrjanin. Við verandi fiskivinnulóggávu verða manningarnar á Sjúrðaberg og Sigmundi ikki tær síðstu, sum missa starvið. Tí má lóggávan broytast skjótast gjørligt, so niðurlaðingin av fiskivinnuni steðgar. Tað verður gjørt, tá vit fáa eina nýggja samgongu, vónandi um ikki so langa tíð.
Jacob Vestergaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald