Politikkur

??gvisligar lógir samtyktar í skugganum av korona

...

2020-06-05 10:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í skugganum av koronakreppuni hevur landsstýrið tíverri valt, at leggja eina røð av stórum og sera prinsippiellum málum fyri Løgtingið. Tvær av hesum lógum eru lóg fyri løgregluna og fyri donsku fregnartænastuna. Hetta verður gjørt vælvitandi um, at almenningurin og fjølmiðlar fyrst og fremst hava havt korona í huganum seinastu vikurnar. Talan er um umfatandi og sera týðandi lóggávu, ið krevur gjølla viðgerð.

Løgreglan í Føroyum skal sjálvandi hava góðar og greiðar lógarkarmar. Best var um vit samtyktu føroyska lóg fyri føroysku løgregluna, men til tá, er alneyðugt, at Landsstýrið og Løgtingið tryggja at danska lóggávan hóskar til føroyska samfelagið. At leggja eina danska lóg fyri Løgtingið, uttan at tillaga hesa til føroyska samfelagið, og uttan at føroyskir myndugleikar eru partar av lóggávuni, tað líkist ongum. Tá gerst Løgtingið bert eitt stempulkontór fyri danskar myndugleikar.

Hetta hendið í dag. Tí í dag hevur Løgtingið samtykt, at løgreglan ??? ið er undir donskum valdi ??? fær heimild í nýggjari lóg at nýta stavar, hundar, gass og piparspray móti fólki í Føroyum ??? eisini hóast tey bert gera passiva mótstøðu, so sum eitt mótmælistiltak kann vera. Vit síggja støðuna í USA í hesum døgum. Ynskja vit at heimildir skulu vera til at nýta hesa amboð til mótmælistiltøk? Eisini hevur Løgtingið í dag samtykt, at danski herðurin skal kunna koma til Føroyar og virka her, um løgreglan ynskir hetta. Danski justitsministarin fær hartil víðar heimildir at áseta nærri reglur ??? og enntá onki er ásett um, at hetta skal gerast í samráð við føroyskar myndugleikar.

Tann mest víttfevnandi lóggávuheimildin, sum varð samtykt í dag, var nýggja PET lógin. Í dag hevur Løgtingið samtykt, at danska fregnartænastan skal hava víttfevnandi heimildir til av avlurta og kanna øll í Føroyum. Ongin kunning og onki eftirlit í Føroyum. Sjálvt persónar, ið fremja lógligt politiskt virksemi, fær PET heimild at kanna fyri at meta um, um tey fremja lógligt virksemi. Kennist tíverri sum Løgtingið ??? og Føroya fólk ??? verða hildin fyri gjøldur, og Løgtingið velur tíverri at ???blástempla??? hetta.

Eftir er bert at vóna, at vit fáa stjórnarskifti eftirkomandi val, og at vit fáa eina stjórn, ið broytir verandi støðu og lógir ??? og heldur setur í verk føroyskar lógir fyri eina føroyska løgreglu og fregnartænastu.

Kristina Háfoss

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder