Marjus Dam svara einari grein, sum Frank Davidsen hevði á vp.fo:
Vit eru mong, ið eru glað um at Jóhanna Katrina siglir inn og út við veiði. Hóast tað var hugtungt at síggja, at hon lá svínabundin við kei í fleiri vikur í bestu veiðitíð , orsaka av at bíða var eftir loyvi at fiska.
Men Frank. Koyr eitt sindur longur. So sært tú, atvegastrekki, har eykaskattur verður lagdur á Vágoynna. Fyri at koyra eftir 5 km av vegi til oynna. skulu serliga Vágafólk gjalda eykaskatt, ið svarar til tað onnur skulu gjalda fyri at koyra eftir restini av vegakervinum . Norðoyingar tað sama um Leirvíksfjørð.
Hóast undanfarna samgonga gav boð um at eykaskatturin skuldi avtakast við at avtaka Partafelagið Vágatunnilin, so gav Hendrik Old, javnaðarmaður kontraboð og kravdi, at eykaskatturin skuldi halda á, hóast tunnilin er útgoldin.
Hevur tú tosað við tíni fólk um tað órættvísi?. Og hevur tú gjørt greitt, at hetta órættvísi skal steðga? Og hvat hevur Javnaðarflokkurin at siga til tað?
Gleði meg at hoyra svarið-áðrenn valið. Sambandsflokkurin avtekur aphartheit skattin til Vágoynna eftir valið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald