Politikkur

??fatiligt at Javnaðarflokkurin góðtekur uppskotið um at avtaka fólkatingssessirnar

...

2019-03-28 08:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur av sínum eintingum lagt eitt uppskot fyri løgtingið um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar. Tað er rættiliga óvanligt, at einstakir samgongulimir leggja uppskot fyri løgtingið, og í hesum førinum er tað ikki sum løgtingsformaður, men sum ???gemenur tjóðveldismaður???, at hann hevur lagt uppskotið fram.

Tað undara meg stórliga, at Javnaðarflokkurin, sum skal vera ein samríkisflokkur (í hvussu so er tá so stutt er eftir til val), og sum hevur leiðsluna í samgonguni, góðtekur slíkt. Hetta hevði ikki gingið, um Sambandsflokkurin átti løgmann.

Renna undan veruleikanum

Eitt er, at summir flokkar droyma um, at Føroyar einaferð skulu verða eitt fullveldisríki. Tað hava teir loyvi til. Men tað er løgið, at onkur av hesum flokkunum vil frásiga sær tey rættindi, sum vit hava í verandi støðu.

So leingi sum vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, verður ein partur av okkara lógum gjørdar í fólkatinginum, so sjálvandi skulu vit hava ávirkan á tær lógirnar.

Sirkus í Norðurlandaráðnum

Tað margháttligasta av øllum er, at løgtingið er mitt í einum stríði um at krevja fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Har eiga føroyingar tveir limir, men umframt hesar, er ikki óvanligt, at føroysku fólkatingslimirnir eisini møta har, sum umboð fyri fólkatingið. Tað vil siga, at Føroyar kunnu í roynd og veru hava fýra limir ??? tveir løgtingslimir, sum ikki hava fullan limaskap, og tveir fólkatingslimir, sum hava fullan limaskap. Og meðan við stríðast fyri at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, leggur sjávur løgtingsformaðurin uppskot fyri tingi, um at avtaka teir báðar sessirnar, sum hóast alt hava fullan limaskap.

Kann seta Tjóðveldi í eina løgna støðu

Løgmaður hevur sagt, at um uppskotið hjá Pálli á Reynatúgvu verður samtykt, so hendir í roynd og veru einki, tí danskar lógir forða fyri, at løgtingið einsamalt kann avtaka fólkatingssessirnar. Men eitt er jura og annað er politikkur, og tað verður í øllum førum ringt hjá Tjóðveldi at taka danskar lógir framum eina løgtingssamtykt.

Um vit ímynda okkum, at júst tað hendir. - Lat okkum siga, at uppskotið verður samtykt, men at samtyktin ikki verður sett í verk orsaka av teimum donsku lógunum, vil Tjóðveldi so virða løgtingssamtyktina og lata verða við at stilla upp til fólkatingsval, ella vil flokkurin fylgja teimum donsku lógunum og seta tær omanfyri løgtingssamtyktina? Tað hevði í øllum førum verið spennandi at sæð.

Undir øllum umstøðum átti løgmaður at víst seg sum ein samríkismann, og kravt av Tjóðveldi, at uppskotið varð tikið aftur.

Helgi Abrahamsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder