
So er farið at vára, bátar farnir at síggjast á vágni, og merkir tað sjálvsagt, at nú stundar til ódnartøk.
Henda serliga kapping, har tað heila er eitt sindur óformellari enn vanligt, men kortini so, at man kýtur seg til markið. Í Miðvági leggja vit til brots leygardagin tann 27. apríl kl. 13, og vikuna eftir, eisini ein leygardag, taka vit seinna tørnið í Runavík tann 5.mai.
Teinurin er einar 140m, so vit snakka at kalla bara um ein start.
Málið er sjálvandi at vinna.
Tað vil man jú altíð.
Men samstundis eru ódnartøkini eitt hent høvi hjá nýggjum manningum at læra hvat tað er fyri nakað at rógva kapp.
At leggja til start.
At temja nervunum.
At gera sítt allarbesta undir stórum trýsti.
Og sjálvandi hava garvaðar manningar eisini gott av at minna seg á aftur hvat tað heila snýr seg um.
Men fyrst og fremst snýr tað seg um hjá øllum okkum øru rógvarum og fjepparum at brúka dagin og løtuna saman og njóta sjónina av øllum røsku manningunum, sum spenna í og langa nøkur ódnartøk av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald