Ítróttur

6 milliónir krónur til fótbóltshøll á Giljanesi

Vága kommuna hevur fingið játtaðan stuðul á 6,0 mió. kr. frá Fótbóltssambandi Føroya til ætlaðu byggingina av einari innandura fótbóltshøll á Giljanesi. Stuðulin er játtaður sum partur av FIFA Forward 3.0-skipanini, sum hevur til endamáls at styrkja karmarnar fyri fótbólt kring landið.

Kontrast hevur gjørt skitsuprosjektið

Kontrast hevur gjørt skitsuprosjektið

2026-04-24 20:00 Author image
Vága kommuna
placeholder

Við hesum er eitt stórt og týdningarmikið stig tikið í arbeiðinum at menna ítróttarliga undirstøðukervið í Vágum.

Vága kommuna søkti fyrr í ár um stuðul til verkætlanina, sum umfatar bygging av einari 7v7 fótbóltshøll við leikvølli á 60 x 40 metrar. Høllin er ætlað staðsett á Giljanesi, har hon verður ein natúrligur partur av verandi ítróttar- og skúlaøkinum, og kann knýtast saman við teimum hentleikum, sum longu eru á staðnum.

Innsenda tilfarið er eitt skitsuprojekt, og tí er ikki vist, at endaliga loysnin og útsjóndin verður júst sum á viðfestu myndunum. Sum partur av víðari prosjektering og útbjóðing verða endaligar tekningar gjørdar, har verkætlanin verður ment og tillagað. Fótbóltshøllin er samstundis partur av einari størri visjón fyri alt skúla- og ítróttarøkið á Giljanesi.

Ein íløga í karmar og møguleikar
Fótbóltur fyllir nógv í Vágum – ikki bara sum ítróttur, men sum felagsskapur og savningarstaður fyri børn, ung og vaksin. Við einari innandura høll verða karmarnir fyri venjing og menning munandi styrktir, serliga í vetrarhálvuni, tá veðurlagið ofta avmarkar uttandura virksemi.
Endamálið við verkætlanini er at tryggja regluligar og dygdargóðar venjingar alt árið, styrkja bæði breidd og úrval, og skapa betri fortreytir fyri barna- og ungdómsfótbólti í kommununi. Samstundis skal høllin verða við til at eggja enn fleiri at gerast partur av felagsskapinum.

Ein høll fyri Vágar – og fyri Føroyar
Verkætlanin hevur ikki bara lokalan týdning. Við staðsetingini tætt við flogvøllin hevur høllin eisini eitt greitt strategiskt potentiale. Hon kann gerast ein savningarstaður fyri landslið, úrvalsvenjingar og altjóða vitjanir, har góðir logistiskir karmar eru ein fyrimunur.
Ætlanin er, at høllin verður tøk hjá bæði MB og 07 Vestur, samstundis sum Fótbóltssamband Føroya fær møguleika at nýta hana til sítt virksemi.

– Hetta er ein gamal dreymur sum nú kann gerast til veruleika. Við hesum taka vit eitt týðandi stig fram í arbeiðinum at skapa betri karmar fyri okkara børn og ung, og samstundis styrkja vit grundarlagið undir føroyskum fótbólti. Hetta er ein íløga, sum fer at merkjast – bæði í gerandisdegnum og í framtíðini, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.

Endalig støða og næstu stigini
Stuðulin frá FSF er ein týðandi fortreyt fyri at realisera verkætlanina, men nú skal býráðið taka endaliga støðu til, hvussu farið verður víðari. Í tí sambandi skulu fígging, kostnaður og endalig prosjektering av verkætlanini lýsast nærri.

Ein langtíðaríløga í trivnað og menning
Ein fótbóltshøll er meira enn ein bygningur. Hon er ein íløga í trivnað, heilsu og menning – í børnunum, sum taka síni fyrstu fet á vøllinum, og í teimum ungu, sum droyma stórar dreymar.

Í høvðusheitum er talan um eina fótbóltshøll, men hon letur samstundis upp fyri nógv breiðari nýtslu. Høllin kann eisini brúkast til aðrar ítróttargreinar, gevur skúlanum betri møguleikar til ítróttarundirvísing og ítróttarbreyt, og skapar karmar fyri størri tiltøkum og felags virksemi. Soleiðis verður talan um eitt virkið og livandi felagsskapsøki – eisini uttanfyri sjálvan fótbóltin.

Við hesum stiginum nærkast Vága kommuna einum veruleika, har karmarnir fyri fótbólt og rørslu verða styrktir munandi – til gagns fyri bæði lokalsamfelagið og føroyskan fótbólt sum heild.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder