Mentan

??beinleiðis uppsøgn um eg verði noyddur at skriva ritual um signing

...

2016-03-15 23:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Portal.fo skrivar:

Kjakið í Degi & viku í kvøld var eitt prát við Jógvan Fríðriksson, biskupp, um nýggju hjúnabandslógina sum skal í aðru viðgerð í løgtinginum í morgin.

- Biskuppur metir at hjúnabandi er millum mann og kvinnu og tí eiga vit at finna eina loysn, sum gevur teimum samkyndu rættindini, segði Jógvan Fríðriksson.

- Tað ber væl til at ein hevur tveir pakkar sum geva somu rættindi. Tað er týdningarmikið í 2016, at vit tora at siga, at tey samkyndu skulu hava rættindi, segði hann millum annað.

Jógvan Fríðriksson, biskuppur nevndi eisini, at hann helt at tað var skeivt at vit umtalaðu hetta áðrenn tað kom í tinginum, tí tað var løgtingið suverent sum skuldi taka avgerðina.

Hann sigur eisini at hann fer ikki at gera nakað ritual, sum loyvir borgarligari samkyndari vígslu at fáa signing í kirkjuni.

- Um eg verði noyddur til at gera tað, er tað ein óbeinleiðis uppsøgn, tí so havi eg ikki trúarfrælsi at virka í kirkjuni út frá mínari sannføring.

- Eg ætli mær at sita sum biskuppur sum longst, til eg eri 70 ár, og ynski at fáa frælsi at virka sum biskuppur. Kirkjan byggir á eina juridiska súlu og eina andaligu súlu. Skal eg velja eina súlu, velji eg tí seinnu nevndu. So má tað bera ella støkka.

- Nógv teir flestu prestarnir eru samdir við mær í hesum málinum. Teir fyrstu 20 av 25 prestum eru samdir við mær, um hetta málið, segði Jógvan Fríðriksson við Boga Godtfred í DV kjakinum í kvøld.

??ll samrøðan kann hoyrast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder