Mentan

Nýtt navn og nýtt búmerki

...

2016-01-15 17:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Miðnámsskúlin á Kambsdali eitur nú Miðnám á Kamdsdali og hevur ngið nýtt

búmerki, sum ímyndir tvær ternur á ogi.

HF-skeiðið í Klaksvík, sum er partur av sama stovni, fær sama búmerki.

Í ør vórðu Føroya Handilsskúli á Kambsdali og Studentaskúlin og HF-skeiðið

í Eysturoy lagdir saman í ein skúla. Nú hevur skúlin so ngið nýtt navn og

búmerki.

Navnið er ein stytting av hugtakinum miðnámsskúli. Hetta er greiðari og

snøggari navn at brúka. Navnið er sett við klassisku og vøkru

Garamond-skiini, ið hóskar væl til ein skúla, har fakligur førleiki og almenn

búgving eru í miðdeplinum. Enska heitið á skúlanum er Kambsdal College.

Búmerkið ímyndar tvær ternur á ogi. Terna er løtt á ogi, knøpp í vendingini

og verjir um sítt. Hon ferðast langt, men kemur altíð heimaur. Ternan er vøkur

bæði á liti og í skapi. Tvær ternur saman nna eisini eitt lættari og enn ein

terna einsamøll. Ternan hevur tí nógvar av teimum eginleikum, sum Miðnám á

Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeið seta sum mál fyri næmingar og starvsfólk.

Næstu vikurnar verður kunnað um nýggja skúlan og útbúgvingar skúlans.

Miðnám á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeið er skúli við sera ølbroyttum

tilboðum. Heilar seks breytir eru á Kambsdali og fyrireikingarbreyt er í

Klaksvík. Harumframt hevur skúlin akademiútbúgving og skeiðsvirksemi.

Skúlin bjóðar fram eitt livandi og ølbroytt undirvísingarumhvørvi við eiri

enn 600 næmingum og 100 starvsfólkum í nútímans kørmum.

Í sambandi við samanlegging, navn og búmerki verða heimasíðurnar í løtuni

dagførdar. Nýggju síðurnar eru www.kambsdalur.fo fyri Miðnám á Kambsdali

og www.klhf.fo fyri Klaksvíkar HF-skeið.

Krea í Saltangará hevur ment nýggja samleikan hjá Miðnámi á Kambsdali og

Klaksvíkar HF-skeiði, og Estra/Vasti í Syðrugøtu hevur ment heimasíðuna.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder