Mentan

Nýtt Frøði ??? tema um lívfrøðiligt margfeldi

....

2013-11-14 04:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Lívfrøðiligt margfeldi og burðardygg lendisnýtsla er tema í nýggjum Frøði, sum er komið í handlarnar í vikuni. Í blaðnum eru 14 greinar, sum hvør á sín hátt vísa á týdningin av lívfrøðiligum margfeldi og skynsamari lendisnýtslu. Innihaldið byggir á framløgur og orðaskifti á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, sum var 16. mei í ár.

Frøði er lættvísindaligt tíðarrit við lættlisnum innihaldi.

Nógv av tilfarinum er grundað á vísindaligar kanningar bæði uttanlands og í Føroyum. Kanningarnar vísa, at verður náttúran niðurpínd og ov hart troytt, er vandi fyri áhaldandi lívfrøðiligum missi. Lívfrøðiligt trot ávirkar somuleiðis trivnaðin hjá samfelagnum sum heild, tí nýtsluvirðið á náttúruni fellur.

Íslendskar royndir vísa, at ross og seyður eru atvold til jarðslit. Trupult hevur verið at fingið semjur um at avmarkað seyðatalið og bitið, men hetta virkar væl nú og úrslitini eru góð.

Eingin ivi er um, at eisini í Føroyum er ov nógvur áseyður og at trýstið á lendið er óneyðuga stórt. ??trokningar vísa, at sama úrtøka kann fáast, um áseyðatalið fer niður í helvt.

Innihaldið í Frøði hesaferð er ikki bara áhugavert og kunnandi, men er samstundis eitt dokument til landsins myndugleikar um at granska og skráseta til tess at skilja, hvat ávirkar lívfrøðiliga margfeldi. Blaðið er harumframt ein áheitan á politikarar um at seta í verk nútímans lóggávu um at verja lívfrøðiliga margfeldið í nátturuni.

Myndin á forsíðuna er tikin av Klubbanum í Kunoy og er dømi um, at grøs, urtir og runnar vaksa betur, har seyður ikki sleppur framat. Finleif Mortensen hevur tikið myndina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder