Politikkur

Nýtt andlit hjá Sjálvstýrinum

...

2019-03-31 14:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir landsfundin við Gjógv farna vikuskiftið, kunnu vit í Sjálvstýrinum við gleði avdúka eitt nýtt valevni á listanum.

Maðurin, ið talan er um, er Jens Heri Bolstad Mortensen, ið hevur játtað at koma á liðið hjá Sjálvstýrinum, og taka dystin upp saman við okkum.

Tað eru stór tøk at taka á sjálvstýrisleið, og í samfelagnum annars, og eru vit fegin um, at Jens Heri hevur játtað at koma við okkum á ferðini, móti einum enn betri og fjølbroyttari samfelag, til gagn og gleði fyri okkum øll.

Jens Heri er 43 ára gamal, og býr í Hoyvík. Hann er giftur Jonnu, og hava tey trý børn, Hildu, Fríðunn og Jóhan.

Jens Heri er útbúgvin skipsførari, og byrjaði hansara starvleið á sjónum, tá ið hann sum 15 ára gamal, fór við Saturn 3 hjá Grethe Pallanum undir Ísland við línu.

Eftir lokna útbúgving sigldi Jens Heri nógv ár hjá Mærsk, til hann í 2006 fór at rógva út undir Føroyum.

Eftir at kreppan í 2008 hevði skolað um heimin, fór hann aftur út at sigla, og siglir hann nú sum yvirstýrimaður hjá Knot.

Jens Heri er íðin flogbóltsleikari, og er tað nokk har, hann er kendur av teimum flestu um landi. Hann er sera kappingarsinnaður, og sum suðringur vilja nokk nøkur siga, at tendringin er í lagi.

Jens Heri er sum persónur kendur fyri at rópa ein spaka fyri spaka, og er hann ikki bangin fyri at siga sína hugsan, og standa við síni sjónarmið.

Tað, sum liggur honum næst at hjarta, er at vilja berjast fyri, at Føroyar kunnu staðfesta øll síni rættindi sum tjóð.

Sjómenn nær og fjar standa honum eisini nær, nú hann sjálvur hevur balst á sjónum alt sítt vaksna lív.

Jens Heri er annars eitt púra óskrivað blað reint politiskt, og er hann sera spentur uppá hesa avbjóðingina, sum liggur fyri framman.

Hann vil fegin, at hansara valstríð skal vera merkt av persónligum relatiónum, tað verði seg umvegis beinleiðis prát ella á teimum sosialu miðlunum.

Vit ynskja Jens Hera hjartaliga vælkomnan á listan, og vóna at ung sum eldri taka væl ímóti honum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder