Vinna

Nýskipanin stórar avleiðingar fyri nótaskipini

...

2017-03-17 11:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nótaskip skrivar:

Nógv hevur verið tosað um, hvussu nýskipanaruppskotið, ið samgongan hevur sent til hoyringar, fer at ávirka rættindini hjá verandi skipabólkum. Tað er einfaldur logikkur, at skulu nýggir aktørar framat í vinnuni, sum mugu verandi aktørar minka ella gevast.

Í lógaruppskotinum verður onki upplýst um, hvussu verandi skipabólkar verða raktir. Í samskifti við Fiskimálaráðið hava vit tó fingið greiðu á, hvussu uppskotið skal skiljast, tá ræður um at rokna kvoturnar.

??trokningar eftir hesum leisti vísa, at kvoturnar hjá nótaskipunum minka munandi í nýggju skipanini. Vit hava gjørt eitt roknistykki, ið byggir á ta fortreyt,at kvoturnar av uppisjóvarfiski verða tær somu í 2018, sum tær eru í 2017. Síðan hava vit roknað út, hvussu stórar kvoturnar høvdu verið eftir nýskipanini í mun til gomlu útlutingina uttan uppboðssølu.Um nýskipanaruppskotið hevði verið veruleiki, so høvdu kvoturnar hjá nótaskipum av svartkjafti minkað 48%, kvoturnar av norðhavssild 56% og kvoturnar av makreli høvdu minkað 33% sammett við gomlu skipanina.

Her er ikki tikið við, at nótaskipini kunnu keypa upp til 15% av eitt-ára loyvum á uppboðssølu. Tað ber ikki til at taka hetta við í roknistykkið, tí lógaruppskotið tilskilar ikki, hvussu nógv verður selt sum stutt loyvir. Hetta skal landsstýrismaðurin seinni áseta í kunngerð. Verandi aktørar kunnu ikki bjóða upp á meðal ella langtíðar loyvir. Niðanfyri skulu vit greiða frá, hvussu vit koma fram til hesi tøl.

Kvotan av svartkjafti er í ár 380 tús. tons, tá tað, ið vit lata øðrum londum, er farið burturav. Eftir gamla býtinum, t.v.s. tá ongin uppboðssøla var, hevði kvotuparturin hjá nótaskipum verið 288 tús. tons, meðan hann eftir útrokningarskipanini í uppskotinum hevði verið 195 tús. tons. Umleið 123 tús. tons høvdu farið á uppboðssølu, og tí minka kvoturnar samsvarandi í mun til býtislykilin, ið vinnan og Fiskimálaráðið samdust um í 2009. Í hesum býtinum áttu ídnaðarskipini umleið ein fjórðing av kvotuni.

Kvotan av makreli at luta út er 110 tús. tons. Árini frá 2009 til 2016 hevur parturin hjá nótaskipum í meðal verið sløk 50%, og brúka vit hetta talið í roknistykkinum, so hevði parturin hjá nótaskipum verið 55 tús. tons eftir gomlu skipanini. Eftir nýskipanini hevði hann verið 37 tús. tons.

Við norðhavssildini er heilt galið. Kvotan at luta út er 113 tús. tons, og hetta er á umleið sama stigi sum í 2013, tá vit fóru burtur úr strandalandasamstarvinum um norðhavssildina og ásettu okkum egna kvotu. Í 2013 fingu nótaskipini 57% av tí, sum var at luta út, og í okkara roknistykki hevði hetta givið 64 tús. tons eftir gomlu skipanini, meðan nýskipanaruppskotið hevði givið 28 tús. tons.

Eitt er, at kvoturnar minka tað fyrsta árið við nýskipanini, men uppskotið er soleiðis skrúvað saman, at parturin hjá verandi aktørum støðugt verður niðurlagaður um nøgdirnar fara upp um tonsatalið tað fyrsta árið. Verandi aktørar kunnu ongantíð fara upp um tonsatalið, ið teir fáa tillutað tað fyrsta ári.

Um onkur heldur, at hetta er fløkt, so kunnu vit av fullum huga taka undir við hesum. Tað ber ikki til at gera útrokningarnar bara út frá uppskotinum, men her hava vit fingið hjálp frá Fiskimálaráðnum, um hvussu reglurnar í uppskotinum skulu skiljast. Tó er framvegis óvist, hvussu komandi landsstýrismenn fara at nýta sínar sera víðu heimildir at skipa fiskivinnuna.

Tað er tó ikki torført at skilja, at tá ein stórur partur av uppisjóvarkvotunum skulu seljast ella latast til nýggjar aktørar, so fer hetta burtur av tí, sum verandi aktørar høvdu í gomlu skipanini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder