
Kinesiski myndugleikin GACC hevur dagført listan yvir føroysk virkir, ið útflyta til Kina. Nú eru tilsamans 44 virkir á listanum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið váttað at listin yvir føroysk fiskavirkir, frostgoymslur, verksmiðju- og frystiskip er dagførdur. Tvey nýggj skip eru komin á listan, meðan tvey onnur skip eru tikin av listanum. Eisini eru aðrar dagføringar gjørdar við adressu og navnabroytingum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan undirskrivar hvørja viku einar 70 - 80 heilsuváttanir til Kina. Talan er serliga um feskan laks, sum verður útfluttur til Kina. Tá tað kemur til frystan makrel er neyðugt at hvør bingja verður segla av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Í 2019 vóru í alt 4312 heilsuváttanir undirskrivaðar til Kina, tað skrivar hfs.fo.
Hesi virki eru á Kina-góðkenda listanum: Kósin Seafood, Klaksvík, Northern Fish Cold Storage, Klaksvík, KG 244 ??got, Klaksvík, KG 180 Gadus, Klaksvík, KG 689 Norðborg, Klaksvík, KG 690 Christian í Grótinum, Klaksvík, Frystihúsið í Ánunum, KG 7 Jákup B, Klaksvík, KG 14 Næraberg, Klaksvík, PP Faroe Pelagic, Kollafjørður, VN 123 Arctic Viking, Kollafjørður, Orca, Argir, P/F Samskip, Kollafjørður, Vestmanna Seafood, Vestmanna, Enniberg, TN 180, Tórshavn, Sjógæti, Norðskáli, VA 132 Eivind, Miðvágur, Varðin Pelagic, Tvøroyri, FD 10 Akraberg, Frystigoymslan, P/F Skipafelagið Føroyar, Tórshavn, Faroe Origin, Runavík, FD 454 Kambur, Tavan, Lorvík, Faroe Marine Products, Vestmanna Seafood, Vestmanna, Bakkafrost Processing, Glyvrar, TG Seafood, Hvalba, Frystigoymslan Bergfrost, Fuglafjørður, Pelagos, Fuglafjørður, Luna, Sørvágur, VA 705 Brestir, Sørvágur, VA 404 Vesturleiki, Sørvágur, Vaðhorn Seafood, Strendur, Greipan, Oyndarfjørður, O. C. Joensen, Oyri, FD 436 Varðborg, Oyri, Kappin, Oyri, Bakkafrost Processing, Glyvrar, Mowi Faroes, Strendur, Nupur, Vágur, m/s Stapin, Saltangará, Snarfrost, Miðvágur, FD 710 Jógvan I, Toftir, og KG 9 Klakkur, Klaksvík.s
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald