Politikkur

Nýggjur bygningur byggjast til Sjóvinnustýrið á Giljanesi

...

2020-10-01 15:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Farið verður nú undir at bjóða út nýggjan umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið.

??tlanin hevur í fleiri ár verið at byggja Sjóvinnustýrinum nýggj umsitingarhøli í Vágum.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fegnast um, at tað nú er klárt at bjóða bygningin út, og at Sjóvinnustýrið kann síggja fram til at fáa nútíðarhóskandi og varandi karmar um sítt virksemi. Sjóvinnustýrið er ein týðandi stovnur fyri Føroyar sum sjóvinnutjóð, og tí er umráðandi at stovnurin fær góðar og fastar karmar at virka í.

Tá ið nýggi umsitingarbygningurin er klárur, flytir Sjóvinnustýrið aftur til Vágar.

Bygningurin verður mettur at kosta umleið 26 mió. Í 2020 eru 5,3 mió. kr. játtaðar til endamálið, í 2021 eru 9 mió. kr. settar av, og eru 12 mió. kr. settar av til endamálið í 2022.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder