2019-06-11 14:24
Nú byrja so smátt avleiðingarnar at koma til sjóndar, eftir fýra ár við vinnufíggindaligum politikki.
Sjómenn hava longu, við undantaki av nøkrum fáum, følt sviðan av politikkinum ið førdur verður, har hýra teirra er munandi lækkað.
Virkir á landi føla nú eisini hvussu politikkarar anda tey í nakkan, og hvussu politiski grammleikin uttan mørk, smátt um smátt máar grundarlagi undan vinnuliga rakstrinum.
Flest øll gjøld eru farin munandi upp, nýggj gjøld eru uppfunnin, alt fyri at metta trongdina at gjara út sentralt.
Tað varð ein sólskinssøga, tá vit í undanfarnu samgongu syrgdu fyri at Marine Harvest fekk royndarloyvi á Sandsvág, tí hetta hevði við sær, at teir saman við Delta settu gongd á virkið aftur í Skopun. Harvið fingu 60 fólk arbeiði í Sandoynni.
Og hvat er so hent síðani hendan samgongan kom til?
Jú, avgjøldini á virksemið í Skopun er hækkað av sitandi samgongu, meðan sama samgonga hevur lagt fleiri avgjøld á virksemið sum hendan fyritøkan sum eigur í virkinum fíggjar seg við nevnliga alivinnuni. Tá tað illa fæst at bera til frammanundan, og man blívur við at leggja fleiri avgjøld á álíkavæl, kann man ikki undrast at fyritøkur velja at trekkja seg.
Hetta er nú hent í Skopun, hesi 60 fólkini í oynni standa nú uttan arbeiði, og skulu til at umhugsa hvar teirra framtíð er.
Menningarkvoturnar, sum skuldu verða loysnin á allari neyð kring landið, kundu fyri okkara økið tað sama verið kallaðar niðurlagingarkvotur, tí menning er ongin vorðin av hesum kvotum. Heldur beint øvugt, nú Sandoy Seafood er afturlatið. Snakkaði nakar um keisarans nýggju klæði?
Alt botnar í tí blóðskeiva ella blóðreyða politikkinum, ið førdur er seinastu árini, har man tekur pening úr vinnuni kring landið, fyri at pumpa peningin útaftur í almennum yvirforbrúki, hækkaðum lønum og glæstriprojektum fyri at byggja sær varðar.
At Sandoy Seafood gevst í Skopun, er ein varði á sosialistisku leiðini hjá hesi samgonguni.
So er tað upptil sandoyingar um teir løna samgonguni tað aftur til valið.
Men tað mátti smakka beiskt hjá onkrum.
Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald