Árið er fari at halla, og Ítróttarfelagi Frælsi ynskir við hesum at takka øllum luttakarum, hjálparum og stuðlum fyri árið í fór og ynskja øllum eitt heilsugott nýggjár.
Heilt fitt av virksemi hevur verið hjá Frælsi í 2015. Umframt tær føstu renningarnar so sum vetrarkappingin, vestanstevnurenning og kirkjurenning, so varð eisini skipað fyri stuðulsrenning saman við Krabbameinsfelagnum, sum fekk sera góða undirtøku, og afturvendandi Føroya flottasta hálv marathon. Fyrireikingarnar til Føroya flottasta hálv marathon 2016 eru longu so smátt farnar í gongd og fyrstutilmeldingarnarúr USA eru longu komnar, so tað boðar frá einum spennandi ári og eini vaksandi luttøku.
Nýggjárslyfti eru ein stórur partur av tí at byrja nýggja ári við. Eitt nýggjárslyfti kundi verið at sett sær fyri at gjøgnumføra eitt hálvmarathon 3. september 2016, og gott høvi er at byrja venjingina við nýggjársrenningini. Seinastu nógvu árini hevur Ítróttarfelagið Frælsi skipað fyri nýggjársrenning. Fyrstu árini varð runnið í Vatnsoyrum, men seinastu tvey árini hava prestarnir í Vágum skipa fyri ítróttarguðstænastu og er renningin blivin ein náttúrligur partur av henni.
Nýggjársdag klokkan 14 skipar Frælsi fyri ársins fyrstu renning. Runnið/gingið verður frá kirkjuni í Miðvági til kirkjuna í Sandavági. Eins og til flestu aðrar renningar hjá Frælsi, so bjóðar Keypssamtøkan frukt og vatn, og møguleiki verður at skifta í SÍF húsinum. Tá komið er á mál við kirkjuna í Sandavági verður farið til ítróttarguðstænastu í Sandavágs kirkju klokkan 15 sum prestarnir í Vágum skipa fyri.
Við ítróttakvøðu og ynski um gott nýggjár!
Nevndin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald