2020-12-31 15:15

Vit ynskja øllum viðhaldsfólkum, leikarum, venjarum, hjálparfólkum, sponsorum, stuðlum, útisetum, Vága kommunu, jn.fo, hallarvørðum, flogbóltssambandinum, øllum flogbóltsfeløgum, øllum flogbóltsleikarum í Føroyum, flogbóltsdómarum, samstarvsfeløgum og øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár. Stóra takk fyri brátt farna ár:-)
Fyrst í komandi ári fer meistaradeildin í nýggj spælaraklæðir, samstundis sum upphitingartroyggjur eisini eru keyptar. Stóra tøkk til stuðlar okkara: Thorfinn Nielsen, Pakkhúsið í Bø, Maria Poulsen, Hiddenfjord, Sandavágs Timburhandil, Bónus, SuperDrive, Matbitin, Sport24, David Nordendal, Magn, EUR express og Sókn. Somuleiðis stóra tøkk til BankNordik fyri at stuðla Drátturkappingini. Stuðulin ger at møguligt at gera munagott, mennandi og heilsugott ítróttarvirksemi við flogbólti til gaman og álvara.
Tað er stuttligt og mennandi at spæla flogbólt, bæði sosialt og heilsuliga. Eisini gott at koma í høllina at hyggja eftir flogbólti.
Vit gleða okkum til eitt spennandi kappingarár í 2021:-) Og gleða okkum at síggja okkara trúføstu áskoðarar og leikarar aftur:-)
Flogbóltsfelagið Dráttur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald