
Dagsins samfelag krevur skjóta og lætt atkomuliga kunning. Ein háttur at fáa atgongd til nógva kunning á einum stað er á heimasíðum.
Barnastovnarnir í Vága kommunu hava í nógv ár havt heimsíður. Men viðlíkahald av eini heimasíðu við dagførdari kunning og tíðum er tíðarkrevjandi. Tí hevur tað stóran týdning, at skipanin er løtt og ómakaleys at arbeiða við, og løtt at dagføra kunning á.
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at dagføra heimasíðurnar á stovnunum. Sendistovan kom við eini loysn ið er løtt at umsita á øllum trimum stovnunum Sóljugarði, Miðgarði og Smílikulluni.
Endamálið við heimasíðunum er at lýsa teir góðu stovnarnar vit hava í kommununi, bæði til foreldur, verandi og nýggjar borgarar, og fólk ið ynskja at flyta til kommununa.
Námsfrøðiliga eru stovnarnir hjá kommununi á sera høgum støði, við fakliga sterkum og umsorgnarfullum starvsfólki. Hetta er ynskiligt at greiða frá til forledur, lesandi sum ynskja at koma í starvslæru og fakfólki innan økið annars.
Við nýggju heimasíðunum, fyri teir tríggjar stovnarnar, fáa fólk innlit í arbeiðsháttir, virðisgrundarlag og hvussu arbeitt verður við barnaáskoðan og øðrum námsfrøðiligum amboðum.
Heimasíðurnar og meira kunning um stovnarnar kunnu síggjast á Sóljugarður, Miðgarðurog Smílikullan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald