Politikkur

Nýggjan bygning til Sjóvinnustýrið - nú

...

2020-05-29 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú vit aftur í dag, í fjølmiðlunum, hoyra um hópuppsagnir í Vágum, hevði tað klætt landsstýrinum ógvuliga væl, um landsstýrismaðurin í Vinnumálum, sum skjótast, setti gongd á byggingina av nýggja bygninginum til Sjóvinnustýrið í Vágum.

Soleiðis kann landið vísa í verki, at eisini okkara ovastu myndugleikar vilja ganga fremst og vísa á, at vit mugu halda samfelagshjólini koyrandi og syrgja fyri at vinnulívið hevur nokk av arbeiði til tøkar hendur. Hetta er jú tað sum hevur verið tilmælt, øllum kommunum í landinum, at gera. Og tað gera vit!

Serliga er tað ferðavinnan, sum er hart rakt av korona avmarkingunum sum Landsstýri hevur sett í verk, og sum øllum kunnugt er ferðavinnan ein sera stór vinna í Vágum, har nógvir borgarar hjá kommununum arbeiða og hava sína dagligu gongd.

Hópuppsagnirnar hjá Atlantic Airways í síðstu viku og nú í dag hjá Vága floghavn raka ikki bert einstaklingarnar sum eru uppsagdir, men eisini heilar familjur, tí nógvar familjur í Vágum hava tætt tilknýti til bæði Atlantic Airways og Vága floghavn. Harvið raka hesar uppsagnir eisini kommunurnar í Vágum sera meint.

Tí hevði tað, klætt landsstýrismanninum í Vinnumálum at sett gongd á arbeiðið at byggja bygningin til Sjóvvinnustýrið sum skjótast! Og soleiðis verða við til at økja um starvsmøguleikar fyri uppsøgdu fólkini, og harvið tryggja at inntøkumissurin hjá familjum og kommununum verður so lítil sum gjørligt. Um ikki annað, so tað tíðarskeiðið korona ávirkar ferðavinnuna og til uppsøgdu fólkini vónandi hava fingið størvini aftur.

Vinarliga

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri

Vága kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder