Vit hava lyndi til at tosa um pensjónistar sum ein homogenan láglønarbólk. Men tað er altso stórur munur á pensjónistum. Meðan tann, sum einans hevur fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av hevur uml. 11.000 kr. eftir um mánaðin, so eru tað eisini pensjónistar, sum tjena 100.000 kr. um mánaðin. Og teir har ímillum.
Við uppskotinum hjá samgonguni fer ein pensjónistur, sum tjenar 30.000 kr. um mánaðin, at fáa dupult so nógv sum tann, sum bara hevur fólkapensjón og Samhaldsfasta. Og ein, sum tjenar 100.000 kr. um mánaðin fer eisini at fáa munandi meir.
Tað eru fleiri orsøkir til, at hetta ikki er eitt gott hugskot:
1. Uppskotið er ikki fíggjað (eins og hini uppskotini hjá samgonguni)
2. ??javnin millum pensjónistar veksur enn meira
3. Tá tey, sum tjena mest, skulu hava meir, verður minni í felagskassanum til tey, sum hava tørv á tí.
4. Tá tey, sum tjena mest, skulu hava meir, noyðist onkur annar at gjalda meir ??? til dømis barnafamiljurnar.
Pensjónsuppskotini verða mett at kosta 123 milliónir krónur fyrsta árið og síðani helst fleiri 100 mió. kr. um fá ár. Um hesar milliónirnar fóru til viðbótina, sum einans verður latin teimum pensjónistum, sum hava minst, so høvdu fíggjaliga veikastu pensjónistarnir verið lyftir munandi. Um tey, sum tjena mest, ikki fingu, so kundu pengarnir farið til vælferð hjá okkum øllum. Til sjúkrahús, heilsurøkt og almannatænastur, sum eisini, og kanska serliga, pensjónistar hava tørv á.
Tí roknistykkið er rættiliga einfalt. Skal onkur hava, so má onkur rinda. Og skal tað ikki vera vinnan, so verður tað tú og eg.
Eg rindi fegin skatt, og eg haldi, at øll eiga at rinda skatt eftir førimuni. Til dagstovnaøkið, fólkaskúlan, heilsuverkið, samferðslu, umhvørvisvernd, gransking, lesandi og fólkapensjónistar, sum ikki hava stórar eftirlønir ella inntøkur við síðuna av. Men eg vil ikki rinda skatt fyri at ríka tey ríkastu.
Latið pensjónistarnar við lágum inntøkum fáa meir. Teir ríkastu skulu nokk klára seg.
Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald