Rættartrygdin hjá vanliga føroyinginum verður styrkt, tá ið nýggja politilógin fyri Føroyar kemur í gildi. Løgmaður fer fyrsta dagin at bera eitt ríkislógartilmæli um nýggja politilóg í Løgtingið.
???Við nýggju lógini verður greitt ásett, hvørji stig politiið kann taka fyri at tryggja, at skil og rættlag valdar. Tað merkir, at grundleggjandi meginreglurnar, sum politiið skal halda seg til, tá ið tað eitt nú gerst neyðugt at brúka hund, piparsproyt ella pistól, verða ásettar í lóg. Hetta tryggjar eitt størri gjøgnumskygni í virkseminum hjá politinum og styrkir samstundis um rættartrygdina hjá borgarunum,??? heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum eisini situr fyri løgmálum í landsstýrinum.
Yvirskipaða endamálið við lógaruppskotinum er at fáa eina nýggja og tíðarhóskandi lóggávu um virksemið hjá politinum í Føroyum. Við lógini fær politiið í Føroyum eisini eitt greiðari grundarlag at virka á.
Nýggja politilógin er ein donsk lóg, sum er tillagað føroysk viðurskiftunum við nøkrum smærri broytingum.
Danska politilógin er frá 2004.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald