JN

Nýggja nevndin hjá Amnesty hevur skipað seg

...

2021-05-07 13:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Á fundi í gjárkvøldið skipað nývalda nevndin, sum varð vald á aðalfundinum tann 29. apríl, seg soleiðis:

TURIÐ MARIA J??HANSD??TTIR, FORKVINNA.

REGIN BERG, N??STFORMAÐUR.

UGUR KEVIOGLU, KASSAMEISTARI.

ANNIKA MALUNARD??TTIR, NEVNDARLIMUR.

HEIÐA G. NOLS??E, NEVNDARLIMUR.

ANNA JOENSEN N??S, TILTAKSLIMUR.

DÁNJAL HÁT??N AUGUSTINUSSEN, TILTAKSLIMUR.

MILIA EGILSNES, TILTAKSLIMUR.

Amnesty International Føroyar hevur trý høvuðsmál:

1. AT UPPLÝSA UM ALTJ??ÐA MANNAR??TTINDI

2. AT UPPLÝSA UM OG ÁVIRKA MANNAR??TTINDAST??ÐUNA ??TI Í HEIMI

3. AT UPPLÝSA UM OG ÁVRIKA MANNAR??TTINDAST??ÐUNA HER HEIMA

Seinnu árini hevur Amnesty arbeitt við at uppbyggja viðkomandi samstørv um afturvendandi tiltøk. Og nýggja nevndin fer at leggja seg eftir at styrkja hesi samstørv, tí okkara royndir hava víst, at vit røkka nógv longur, tá vit arbeiða saman so breitt og so nógv sum gjørligt.

Dømi um afturvendandi tiltøk eru SAMTYKKIátøkini, VIKA SEX, tiltak á altjóða Holocaustdegnum, skeið í mannarættindum og árliga skriva fyri lív átakið. Eisini senda vit 3 altjóða mál út umvegis okkara SMS-skipan hvønn mánað, sum snúgva seg um altjóða viðurskifti.

???AFTURAT HESUM FER NÝGGJA NEVNDIN FRAMHALDANDI AT ARBEIÐA VIÐ OG LEGGJA TRÝST Á F??ROYSKU MYNDUGLEIKARNAR UM AT B??TA UM FONGSULSVIÐURSKIFTINI Í F??ROYUM, OG SJÁLVSAGT EISINI AT TRÝSTA FYRI, AT ARBEIÐIÐ VIÐ EINI SAMTYKKIL??G BER Á MÁL???, SIGUR TURIÐ MARIA J??HANSD??TTIR, SUM VAR AFTURVALD SUM FORKVINNA.

Vit gleðast eisini um, at vit í løtuni hava ein virknan ungdómsbólk, sum eisini hevur fleiri spennandi tiltøk á skrá. M.a. at skipa fyri kunnandi tiltaki um, hvussu ung kunnu vera virkin í frítíðini.

EIN ST??R T??KK TIL EYÐGERÐ OG BARBARU

Á aðalfundinum takkaðu vit hjartaliga Barbaru Jacobsen og Eyðgerð Mørkøre fyri teirra stóra innsats seinastu nógvu árini í nevndini hjá Amnesty í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder