Nýggja landsstýrið er nú skipað. Á løgtingsfundinum um vikuskiftið gjørdist greitt, at sjey landsstýrisfólk fara at manna nýggja landsstýrið. Bárður á Steig Nielsen er valdur til løgmann.
???Fyri tveimum vikum síðani valdi Føroya fólk eina nýggja leið. Eina leið, har tað verður leitað aftur á slóðina. Eina leið við tryggleika og stabiliteti,??? segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað í røðu síni í Løgtinginum.
Løgmaður vísti eisini á, at samgongan hevur sett sær fyri at gera Føroyar til eitt samfelag í serflokki. Skal hetta eydnast verður neyðugt, verður neyðugt at taka nøkur tøk, ið flyta okkara samfelag enn longur framá á leið.
?????ti í heimi henda stórar broytingar. Og herheima veksa krøvini til okkum sum samfelag. Við hesum avbjóðingum í huga, er neyðugt at gera politiskar langtíðarætlanir, ítøkiligar nýskipanir og tillagingar, ??? vísti Bárður á Steig Nielsen á.
Løgmaður hevur tilnevnt hesi landsstýrisfólk:
Jørgen Niclasen, varaløgmaður og landsstýrismaður í fíggjarmálum
Jacob Vestergaard, landstýrismaður í fiskvinnumálum
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald