Nú verða persónupplýsingarnar hjá vanliga føroyinginum betri vardar. Tað er greitt, eftir Løgtingið í dag samtykti at seta nýggja dátuverndarlóg í gildi í Føroyum.
Eitt høvuðsmál við nýggju lógini er, at persónliga frælsið hjá tí einstaka verður virt, tá ið teirra persónupplýsingar verða skrásettar og viðgjørdar. Eisini fær tann skrásetti borgarin í størri mun ræði á sínum egnu persónupplýsingum.
Umframt at seta høg krøv til trygdina, tá ið persónupplýsingar verða viðgjørdar, verða hesi rættindi tryggjað:
Í 2018 setti ES í gildið eina nýggja fyriskipan um dátuvernd. Hon verður rópt Genereral Data Protection Regulation ??? GDPR. Við nýggju føroysku dátuverndarlógini leggja Føroyar seg upp at GDPR, sum er vorðin altjóða standardurin innan fyri dátuvernd.
???Eg haldi, tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum hava lógir og reglur, sum liva upp til altjóða krøv, tí vit bæði virka og samskifta í einum talgildum altjóða samfelagi. Nýggja dátuverndarlógin kemur í tøkum tíma, tí verandi lóg er skjótt 20 ára gomul, og hon stavar frá tíðini, áðrenn internetið var ein samanrunnin partur av gerandisdegnum hjá vanliga føroyinginum,??? sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum eisini varðar av løgmálum í landsstýrinum.
Nýggja dátuverndarlógin kemur í gildi 1. januar 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald