Politikkur

Nýggja bussleiðin - býtir upp býlingar, steðgar ov tíðliga á kvøldið og vandamiklir gonguteigar

...

2019-04-04 07:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Ikki var tað aprílsøga, at bussleiðin broyttist sjálvan 1.apríl! Tíbetur, tí bussleiðina eiga vit at vera góð við, menna, betra og styrkja alla tíðina.

Sera gott er, at bussurin nú koyrir í vikuskiftinum. Men tíverri gevst bussurin alt ov tíðliga á summum leiðum. Kaldbaksfólk mugu heim longu kl. 21.26 á kvøldið, og kunna sostatt eitt nú ikki ganga á kvøldskúla longur. Tey arbeiddu hart fyri í 1980???unum at fáa bussin at koyra til eftir kl.22 á kvøldið, tí so nógvir aktivitetir eru til á - og nú hava tey mist tað, hóast tey hava boða frá hesum staðiliga.

Børnini á Hvítanesi ganga í Hoyvíkarskúla, tíverri koyrir nýggja bussleiðin oman í býin eftir Hvítanesvegnum og sostatt ikki framvið skúlanum! Býarplanliga hevur kommunan í áratíggjur arbeitt við at skapa ein miðbý fyri Hoyvíkina og kringliggjandi býlingar við kirkju, samkomum, skúlum, ungdómstilboðum, handlum, læknaviðtalum, vinnu og hópin av ítróttartilboðum við Vegnum Langa og niðaneftir Karlamagnusarbreyt. Hesum verða tey á Hvítanesi og millum Gilja nú avskorðin frá, tí nýggja bussleiðin leggur ikki leiðina framvið her longur.

Jú, tað ber til hjá børnunum at ganga frá Hvítanesvegnum og niðan til Hoyvíkarskúla, men tað er dekan ov langt at ganga niðan í fimleikahøllina á Løgmannabreyt ella fótbóltsvøllin. Leggjast skal eisini í huga, at hesi børn longu hava gingið eitt fitt pettið niðan til busssteðgistaðið á Hvítanesi. Tó er stórsti vandin, tá børnini skula heimaftur. Tá skula tey ganga yvirum Hvítanesvegin. Ein sera vandamikil gonguteigur, har foreldur tora bert at lata børn úr uml. 12 árum og eldri ganga yvirum. Hetta er eitt tað mest trafikeraða vegastrekkið í Havnini, og er tætt við landsveg, har bilar koyra 80km/t. Nógvir bilar hava ikki lækkað ferðina, tá teir koma til fótgangateigin skúlabørnini skula ganga yvirum.
- Eg havi heitt á kommunu og landið, at nútímansera gonguteigarnir, umframt at gera serlig gonguteigaøki við busssteðgistøð og við serlig gongufólkaknútapunkt. Hettar er eitt annað mál, men er tó tætt tengt at bussleiðini, tí eru vegirnir ikki tryggir at ganga yvirum, kunna fólk ikki brúka bussarnar.
Trupulleikin við gonguteigunum sæst týðiliga, nú tá børnini Millum Gilja skula skifta buss við Flatarvegin/Vegin Langa, tí tey nú skula ganga yvir um gonguteigin við Vegin Langa, har bilarnir ótarnaðir kunna koyra sera skjótt, slitnu sebrastrípurnar ávara ikki um gonguteig og skeltingin sæst illa. Hettar er eitt gongufólkaknútapunkt, har nógv fólk gongur niðan frá gøtuni frá Svartafossi umframt at har er busssteðgistað, tí skuldi eitt nýtt gonguteigaøkið verið her.

Við at hyggja eftir ferðaætlanini sæst, at bussarnir koyra í stóran mun eftir teimum somu vegunum. og tí verða tað færri, ið fáa ágóðan av bussunum. Hetta átti man at arbeitt við, soleiðis at bussarnir komu víðari um.

Tað er ógjørligt, at gera øll nøgd, og tað er ein spurningur um pengar. Men tað er sera harmiligt, at tað ikki ber til at taka bussin runt í Hoyvík longur. Júst sum tey á Argjum í nógv ár hava gjørt vart við, at tey yðst úti á Argjum hava langt til bussin, umframt tey ikki hava buss niðan á AB vøllin. At býlingar verða býttir sundir er sera óheppið fyri trivnaðin í nærumhvørvinum.
Hettar er eitt royndarár, og nú skula vit øll út at royna nýggju leiðirnar og tíðirnar. Kommunan tekur ímóti ynski um broytingar og eisini loysnir uppá avbjóðingar. Nú skula vit loyva nýggju ferðaætlanini at virka eina tíð. So verða tillagingar gjørdar og vónandi ynskini frá borganum virðiliga viðgjørd og tikin við, tey sum kunna.
Týdningarmesta er tó, at vit taka væl undir við og fara at brúka bussin meir. Tað er betri fyri umhvørvi at koyra saman. Koyra vit fleiri, so styrkist eisini grundarlagið og argumentið fyri, at gera bussleiðina enn betri.
Bjørg Dam
Býráðslimur í Tórshavnar kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder