
Í dag, dýrabiðidag, letur upp forkunnug og spennandi úticafé á Kletti í Kvívík, har bæði bygdarfólkið og vitjandi í bygdini kunnu fáa okkurt leskandi ??? og er talan um heimablídni í orðsins sanna týdningi.
Tað eru hjúnini, Marianna Eysturoy og Bent Tommy Linklett, sum eiga og reka Á Kletti Café, ið liggur stutt frá víkingagravunum niðri í bygdini, á adressuni á Túni 5. Eru fólk í bili, ber væl til at seta hann frá sær við kommunuskrivstovuna, kirkjuna ella gamla pakkhúsið.
??? Matskráin bjóðar rugbreyð við føroyskum viðskera, bolla við heimagjørdum súltutoyi, pannukøkur, vaflur, ís og dagsins køku, sum eru at fáa hvønn dag, men eisini hava vit av og á heita súpan, bakstur og annað. Afturvið hava vit so okkurt leskandi ??? bæði heitt og kalt, sigur Marianna Eysturoy, ið leingi hevur glett seg til at lata útikaféina upp.
??? Líka síðani vit fingu fatur í húsunum á Kletti, sum er beint við síðuna av barnaheiminum hjá mammu míni, hevur hesin tankin malið í høvdinum, og nú er kaféin so veruleiki. Vónandi taka fólk væl undir við henni, tí eg veit, at tørvur er á einum staði, har gestir í Kvívík kunnu strekkja sær beinini og fáa okkurt gott.
??tikaféin letur alment upp í dag klokkan 17, so tá eru gestir hjartaliga vælkomnir at royna nýggja tilboðið í Kvívík, sum uttan iva fer at koma væl við hjá mongu summargestunum, ið plaga at vitja bygdina. Um vikuskiftið verður útikaféin annars opin leygardagin klokkan 12-22, sunnudagin klokkan 14-20 og frá mánadegnum til hósdagin í næstu viku verður opið klokkan 12-20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald