Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum, hevur nú góðkent eina nýggja útbúgving.
Talan er um bachelorútbúgving í maskinfrøði, ið kann byggjast oman á verandi maskinmeistaraútbúgving.
Fróðskaparsetrið og Vinnuháskúlin hava í felag lagt útbúgvingina til rættis, og núlandsstýriskvnnnan hevur góðkent útbúgvingarprofilin, kann maskinfrøði verða boðin út á Fróðskaparsetrinum.
Nýggja útbúgvingin er skipað í samsvari við Bologna-leistin.
Í fyrireikingararbeiðinum hava Fróðskaparsetrið og Vinnuháskúlin millum annað samskift við Danmarks Tekniske Universitet um innihaldið og um framhaldsmøguleikar eftir lokið prógv í maskinfrøði.
Í fyrstu atløgu verður samstarv við DTU,sum er eitt sterkt universitet innan verkfrøði.
- Tað hevur verið ein tørvur á eini slíkari skipan, ið ger tað smidligari hjá maskinmeistarum at fara undir víðari lesnað. Higartil hevur tað ikki borið til, tí maskinmeistaraútbúgvingin er ikki ein bachelorútbúgving. Men við nýggju útbúgvingini, sum tekur 1 ár og 3 mánaðir, kunnu maskinmeistarar taka bachelorprógv í maskinfrøði og síðani halda fram á einum yvirbygnaði á kandidatstøði á DTU, greiða tey trý Hanna Jensen, landsstýriskvinna, Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum, og Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, frá.
Viðnýggjuútbúgvinginiverðurástøðiligiparturinhjámaskinmeistarumstyrktur, ogtaðgevurteimumeinamunandiskjótariatgongdtilkandidatútbúgvingarennhigartil.
Bachelorútbúgvingin í maskinfrøði kann vera lisin bæði parttíð og fulla tíð á Náttúruvísindadeildini á Setrinum.
??tlanin er at skipa ein samlestur við orkuverkfrøðiútbúgvingina, sum hevur upptøku annað hvørt ár. Henda útbúgvingin byrjar aftur nú í heyst, og tí verður strongt á, soleiðis, at útbúgvingin í maskinfrøði kann byrja longu í heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald