Politikkur

Nýggj UNESCO nevnd tilnevnd

...

2020-12-16 19:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur tilnevnt nýggja UNESCO nevnd. UNESCO nevndin verður tilnevnd fyri 4 ár í senn.

UNESCO er ST-stovnur fyri útbúgving, vísindi, mentan og samskifti,

Endamálið hjá UNESCO nevndini er at fremja UNESCO arbeiðið í Føroyum og virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum í málum UNESCO viðvíkjandi. Harumframt skal nevndin virka sum bindilið millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.

Í UNESCO nevndina fyri 2020-2024 eru hesi tilnevnd:

Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, formaður

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni

Annika Smith, landsbókavørður, Landsbókasavnið

Elsbet Heðinsdóttir Christiansen, umboð fyri ung eftir tilmæli frá Føroya Ungdómsráð

Harafturat hevur landsstýrismaðurin tilnevnt Margrethu Jacobsen, fulltrúa í Uttanríkistænastuni, at varða av UNESCO málum á uttanríkisøkinum. Armgarð Weihe, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, er virkandi aðalskrivari hjá nevndini.

Nýggja nevndin hevði sín fyrsta fund tann 15. desember, og nevndin gleðir seg til at fara til verka í nýggja árinum.

???Vit fara nú at leggja eina ætlan fyri arbeiðið hjá nevndini. Málsøkið hjá UNESCO er umfatandi, so tað hevur týdning, at vit raðfesta tey evni, ið hava størstan týdning fyri okkum í Føroyum, og har vit møguliga kunnu gera mun á altjóða pallinum???, sigur Herleif Hammer, formaður í nýggju UNESCO nevndini.

???Fráfarna UNESCO nevndin setti sáttmálan um verju av siðaarvi á skrá, og Løgtingið samtykti í 2018 at taka undir við sáttmálanum. Nýggja nevndin heldur áfram við tí arbeiðinum og harafturat fara vit at taka onnur evni upp til viðgerðar???, sigur formaður í nevndini.

Á fyrsta fundinum í nýggju UNESCO nevndini varð eitt nú føroyskur limaskapur í ICO umrøddur. IOC (Intergovernmental Oceanographic Committee) er havgranskingarnevnd undir UNESCO. Eisini varð føroyskur heimsarvur og ein føroysk Geopark umrødd sum mál hjá nýggju nevndini at arbeiða víðari við.

Hetta er triðja UNESCO nevndin, sum verður sett, síðani Føroyar fingu atlimaskap í UNESCO í 2009.

Sí meira kunning um Føroyar og UNESCO á www.unesco.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder