2014-11-18 22:15
TAKS kemur hesa vikuna við nýggjari tollplakat og postkorti, ið greiðir frá tollreglunum til ferðandi til Føroyar.
Boðskapurin skal vera skjótur og lættur at skilja, og málið við nýggju plakatini er soleiðis, at ein eftir heilt stutta tíð veit, hvørjar vørur ferðandi kunnu flyta til Føroyar tollfríar.
Nýggja plakatin finst á føroyskum og enskum, og hon fer at hanga á flogvøllinum og farstøðini, umframt á onkrum øðrum viðkomandi staði. Postkortini verða tøk til ferðandi at taka við sær, eitt nú í taxfree handlinum á Norrønu og á flogvøllinum.
Kombinatións møguleikarnir
Nýggja plakatin kemur í staðin fyri eina eldri plakat frá 2009. Umframt nýggju grafisku uppstillingina, og at nýggja plakatin ikki er so ???teksttung???, vísir nýggja plakatin tríggjar møguleikar fyri samanseting, tá ið tað kemur til innflutning av rúsdrekka. Hetta eru møguleikar, sum tollararnir leingi hava góðtikið, og sum nógv hava nýtt.
Tað eru grafikararnir Anni og Janni, sum saman við HR og samskiftisdeildini hjá TAKS, hava framleitt nýggju plakatina.
Møguligar viðmerkingar til plakatina er vælkomnar. Tær kunnu sendast til Helenu Højgaard, HR og samskiftisleiðara, á telduposti[email protected].
Plakatin kann síggjasther.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald