JN

Nýggj støða viðvíkjandi korona

...

2020-08-06 15:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Korona bólkurin fyri dagstovnar hjá Vága kommunu hevur í morgun havt fund um nýggju støðuna í samfelagnum.

Til tess at fyribyrgja og minka um vandan fyri korona smittu, vil eg við hesum kunna um, at Vága kommuna ger alt fyri at tryggja, at kommunan framhaldandi kann rekast trygt og stabilt, og at alneyðugar tænastur og tilbúgvingar virka, sum tær skulu. Somuleiðis vil eg heita á øll um at taka atlit til og hugsa um tey veiku og okkara eldru borgarar.

Bólkurin var samdur um at taka fram aftur tilmæli sum var galdandi áðrenn dagstovnarnir fóru í summarfrí og fylgja teimum tá stovnarnir lata upp aftur mánadagin og týsdagin.

Foreldur avlevera børnini uttanfyri stovnin og børnini eru á sínari stovu, saman við sínum starvsfólkum. Vit hava avgjørt at stovurnar hava opið frá 7.30 til 16.30. Um tørvur er á ansing út yvir hesar tíðir, verða tit biðin at siga starvsfólkum á stovni frá.

Fylgt verður við gongdini í samfelagnum og støðan verður eftirmett so hvørt sum broytingar eru í og um landsmyndugleikin kemur við nýggjum tilmælum so fylgja vit teimum.

Mælt verður til at foreldur og borgarar annars fylgja við á heimasíðuni hjá Vága kommunu www.vaga.fo har kunning verður løgd út so hvørt sum nýggjar støður taka seg upp.

 

Eyðdis Hartmann Niclasen

borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder