Politikkur

Nýggj nevnd, nýggjar leiðreglur og umsóknarfreistir fyri altjóða menningarstarv

...

2020-10-08 22:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrr í ár setti landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálaráðnum, Jenis av Rana, nýggja ráðgevandi nevnd í altjóða menningarsamstarvi.

Uppgávan hjá nevndini er at veita landsstýrismanninum ráð til at fremja lógina um altjóða menningarsamstarv frá 14. mai 2007 í verki.

Í nevndini sita Ann Hermansdóttir, forkvinna, Bárður Lydersen, Margretha Kjærbæk, ??li Wolles og Finn Johannessen.

Sum liður í arbeiðinum hevur nevndin orðað leiðreglur í sambandi við umsóknir um menningarsamstarv og neyðhjálp. Hesar leiðreglur liggja nú tøkar á heimasíðuni hjáUttanríkis- og Mentamálaráðnum, og eru eisini ætlaðar at virka sum vegleiðandi hjá umsøkjaranum, tá søkt verður um stuðul.

Nevndin hevur eisini ásett, at næsta umsóknarfreist verður hin 26. oktober 2020, og at í 2021 verða tríggjar umsóknarrundir við hesum freistum: 1. februar, 3. mai og 13. september.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder