Politikkur

Nýggj nevnd í HUXA

...

2021-02-12 07:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á hvørjum ári verður nýggj nevnd vald í HUXA, ungamannafelag fyri Fólkaflokkin. Nýggja nevndin bleiv vald á aðalfundinum 4. feburar 2021.

Erling Mørkøre nýggjur formaður!

Erling Mørkøre byrjaði at gera um seg í politikki til kommunuvalið 2020 og verður nú nýggjur formaður í HUXA.

Erling er arbeiðssamur, álitandi og fer at gera sítt fyri at umboða borgarligu hugsanina millum okkum ungu.

Nevndin hevur valt at skipa seg soleiðis:

Erling Mørkøre, Formaður

Rói Johannesen, Næstformaður

Beinir Johannesen, Kassameistari

Teitur Friduson Andreasen, Skrivari

Tummas Jóhan Í Djónastovu, Nevndarlimur

Tiltakslimir:

Jessica Cazabon Celibashi

Eyðstein Zachariasen

Beinir og Eyðstein vænta á myndini

Nevndin er longu farin til verka at fyrireika eitt spennandi ár við fleiri tiltøkum, bæði sosialt og fakligt, til frama at føra fram tí borgarligu konservativu hugsanina.

Eisini vilja vit í nevndini takka fráfarandi formanni og nevndarlimum fyri sítt arbeiði og íkast til HUXA.

Vinarliga,

Nevndin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder