2021-01-26 16:34
Nýggj farleið norð um fjall samtykt!
Ein sera góður dagur á Føroya Løgtingið. Í dag blivu teir nýggju tunlarnir norður um fjall einmælt samtyktir.
Árnafjarðatunnilin og Hvannasundstunnilin, frá ávíkavist 1965 og 1967, hava væl og virðiliga tænt sínum endamálið nú. Hesir gomlu, smølu og ikki heilt vandaleysu tunlarnir hava í langa tíð verið eitt stórt evni í samfelagskjakinum, og fylt sera nógv hjá teimum eystan múla og har um leiðir. Eg eri sera glaður um, at hendan verkætlan var tann, ið samgongan raðfesti fyrst og fremst, tá talan var um tunnilsverkætlanir.
Nú er dagurin loksins her, har eitt samlað løgting stendur saman um hesa verkætlan. Landsstýrismaðurin boðaði frá, at tað eftir ætlan verður 8.februar, at spakin verður settur í. So man kann næstan siga, at tað sæst ljós fyri endan av tunlinum.
Hetta hevur fyrst og fremst stóran týdning fyri borgarar í økinum, ið brúka farleiðina hvønn dag til arbeiðis, skúla og annað, at tað nú er ein nýggj farleið ávegis. Eisini fyri tað vinnuliga virksemi, ið hóast sínar avbjóðingar, er stórt í økinum. Henda verkætlan fer heilt vist at geva tí vinnuliga virkseminum enn størri vakstrarmøguleikar, til gagns fyri alt landið.
Tó mugu vit í politisku skipanini fylgja arbeiðinum tætt, soleiðis at verkætlan verður framd á bestan hátt. Tá Viðareiðistunnilin bleiv framdur, so vóru nakrar sparingar gjørdar, t.d. við vegi og útvarpssignalið, ið vóru sera óhepnar. Hesa ferð má tílíkt ikki koma fyri.
Til løgtingsvalið vóru tað serliga trý mál, ið fylti nógv hjá mær sjálvum. Betra um umstøður hjá lærlingum, eina nýggja fiskivinnulóggávu og so tunlarnir norð um fjall. Tað er fantastiskt, at samgongan, eftir knapt hálvtannað ár, kann seta flugubein í, at alt hetta er framt.
Samfelagið mennist og broytist hvønn dag, og tí er ongin orsøk at fara úr arbeiðshandskunum, men at seta sær nýggj mál, øllum Føroyum at frama.
Beinir Johannesen - Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald