JN

Nýggi báturin hjá KÍF bleiv doyptur og flotaður á fyrsta sinni í gjár

...

2021-06-03 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KÍF skrivar: Í gjárskvøldið var hátíðarhald inni í kappróðrarneystinum hjá okkum. Nýggi báturin hjá felagnum bleiv doyptur og flotaður á fyrsta sinni. Ein fagur skarði uppá eini 60 fólk var komin saman inni í neystinum til hesa hátíðarløtu. Bergur R. Dam Jensen helt fyrst eina røðu, sum oddamaður fyri kappróðrarnevndina, har hann greiddi frá tilgongdini til bátin og tað stóra arbeiði sum liggur aftanfyri slíkt handverk. Terji R. Jakobsen hevur smíðað bátin, Johnleif Hansen hevur sproytað og mála. Navnabrettið hevur Johanna Jakobsen gjørt.

Síðani fekk Jóhan Joensen orði og æruna at kunngerða navni og stoyta champagnuna oman á bátin. Hann hevði eitt ørindi við sær, og við hesum megnarorðum bleiv báturin doyptur:
"Á firðum og vágum, tú reystur skal renna,
tá sveinar og sprund munnu spengurnar spennað,
vit fylgja tær fegin og vóna tað besta,
so spennandi verður tá skotini bresta,
tú bygdini stoltleiki víst fer at verða,
og Kjósin er navnið tú errin skal bera."
Síðani flotaði gentumanningin Kjósina, við merkinum í húnarhátt afturi í rong og róðu runt tríggjar ferðir við sólini, sum aldargamal sigur er. Hesar gentur skulu royna seg við nýggja bátinum nú leygardagin á norðoyastevnu.
Vit takka øllum, sum vóru til hesa løtu og øllum, sum á onkran hátt hava stuðlað hesari verkætlanini. Ein serlig tøkk fer til lokalu fyritøkurnar IR Lastbilar, P/F Tórhall Hansen og Atlantic Pane P/F. Uttan tær hevði hetta ikki verið veruleiki.
Ein nýggj tíð er í dag byrjað fyri kappróðurin í Kollafirði. Vónandi kann hetta vera við til at lyfta okkum upp á næsta stigið. Spennandi verður, hvat framtíðin hevur at bjóðað.

Myndir: Elin Debess

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder