Politikkur

Núverandi samgonga eykaskattar føroyingar ólógliga

...

2019-08-18 14:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Avtalan skuldi sjálvandi haldast. Samsvarandi tí, gav undanfarna samgonga boð um at avtaka P/f Vágatunnilin, so tunnilin kom í vegakervið hjá landinum, tá lánið varð útgoldið.

Tað fyrsta, ið núverandi samgonga gjørdi, var at geva kontraboð um at avtaka P/f Vágatunnilin.

Harvið brýtur samgongan púra greitt eina gjørda avtalu.

Síðan hevur verið kravdur ólógligur eykaskattur frá føroyingum um hesa farleið. Nú verða so føroyingar eisiniólógliga eykaskattaðir fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, hóast hesin nú er útgoldin.

Skal tað góðtakast, at myndugleikarnir bróta eina avtalu?

Skal tað góðtakast, at borgarin verður ólógliga skattaður?

Í mun til ein vanligan tunnil skal vatn pumpast úr Vága og Norðoya tunli. Annars eru tunlarnir eins og vanligir tunlar, tá talan er um rakstur.

At halda Vágatunnilin tóman fyri vatn kostar árliga knappar 250.000 kr. Er neyðugt at rinda 8 fólkum løn og krevja 16 milliónir krónur árliga fyri at rinda hesa upphædd?

Hendan samgonga, ið tosar um solidaritet, hevur gjørt útjaðaran, har fægst føroyingar búgva, til eitt skattapunkt. Við árslok 2018, eftir at lánini vóru afturgoldin, hava tunnilsfeløgini 60 milliónir á bók. Hendan upphædd veksur skjótt, tí ongi lán er at gjalda. Landsmyndugleikarnir royna nú at gera útjaðarin til eina permanenta pengamaskinu. Er tað rætt, at t.d. 6 % av føroyingum, ið eru búsitandi í Vágum, rinda 40 % av kostnaðinum í Vágatunlinum? Er tað rætt at 12 % í Norðoyggjum skulu rinda 50 % av kostnaðinum í Norðoyatunlinum?

Hetta er enn eitt dømi um, hvussu hendan samgongan hevur lagt tungar og ójavnar skattabyrðar á útjaðaran.

Hvussu er í Noregi og Íslandi?

Í okkara grannalondum verða líknandi avtalur ímillum borgaran og myndugleikar hildnar.

Nevnast kann, at bummarnir við undirsjóvartunnlarnar verða tiknir niður, eftir at teir eru útgoldnir, t.d. við ??lesund og í Hvalsoyartunnlinum í Íslandi. Har koyra fólk ígjøgnum ídag uttan forðingar.

Talan er har um sólskinssøgur, og ikki um ólógligan og órættvísan skattapolitikk, sum vit síggja frá núverandi samgongu - ið annars ???tosar??? um solidaritet, men í verki fremur júst tað mótsatta.

Hjálp -broytt til økisskatt av núverandi samgongu

Borgarin í Føroyum rætti á sinni landinum eina hjálpandi hond við at gjalda undirsjóvartunlarnar niður. Um ikki hjálpandi hondin var frá borgaranum, so skuldi landið rindað alt umvegis fíggjarlógina. Samstundis slapp landið eisini undan stórum útreiðslum at gera ferjur og ferjulegur við Oyragjógv og um Leirvíksfjørð .

Undir núverandi samgongu verður hjálpin frá borgaranum groft misnýtt og umbroytt til eina meirskattingav økjunum, ið serliga rakar tey, ið har búgva.

Vágatunnilin kostaði 280 milliónir at byggja. Í 2018 vórðu um bummin innkravdar 340 milliónir krónur, t.v.s nógv meira enn tunnilin kostaði at byggja.

Norðoyatunnilin kostaði 390 milliónir at byggja. Her eru innkravdar 323 milliónir krónur í bummgjaldi.

Er hesin ójavni og forðing tann solidariska loysnin/tænastan sum nakrir politikarar bjóða ávísum borgarum???

Ella er tosið um solidarisku loysnina, vit hava hoyrt seinastu 4 árini, bert ein undanførsla fyri at sleppa at halda fram at brandskatta útjaðaran.

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður .

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder