Mentan

NUF fingið nýggja nevnd

...

2016-02-26 21:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á aðalfundi hjá Norrøna Ungmannafelagi Føroya í gjárkvøldi tann 25. februar varð nýggj nevnd vald.

Higartil hava Christoffur Gert Nielsen, Morten Stemre, Laura Apol, Erhard Petersen, Ása H. Christiansen mannað nevndina í NUF, umframt at Kári Joensen og Guðrið Poulsen hava verið tiltakslimir.

Á aðalfundinum stillaðu Christoffur og Morten uppaftur til nevndina, meðan Laura traðkaði til sum tiltakslimur.

Nýggja nevndin, sum varð vald á aðalfundinum, sær soleiðis út:

Christoffur Gert Nielsen, formaður

Morten Stemre, næstformaður

Barbara Gaardlykke Apol, skrivari

Finn Haraldson, kassameistari

Birgit Sivertsen, nevndarlimur

Tiltakslimir vóru vald: Laura Apol, Rannvá Dam í Baianstovu, Niels Johansen og Petrine Nólsoy Larsen.

Gjøgnum seinasta árið hevur nevndin í NUF arbeitt við at fáa eitt Ungdómsins ??tnorðurráð sett á stovn. ??tlanin er, at hetta skal gerast veruleiki seinni í ár

Í tí sambandi var Kári P. Højgaard, limur í ??tnorðurráðnum, og greiddi frá um samstarvið í ??tnorði og hvønn týdning tað hevur. Eisini var Ásmundur Guðjónsson, stjóri í NORA, og greiddi frá um leiklutin hjá Føroyum í norðurlendska fiskivinnusamstarvinum á aðalfundinum.

??tlanin er, at nýggja nevndin skal arbeiða víðari við at fáa sett Ungdómsins ??tnorðurráð á stovn, umframt at áhaldandi arbeiða við seta fokus á norðurlendska mentan, náttúru, mál og søgu, og at styrkja og betra um samstarvið millum ung í teimum norðurlendsku londunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder