
Ínæstan eittár hevurVága bjargingarfelagarbeittviðeinari føroyskari app til lívbjargandi fyrstuhjálp, og nú, 1. november, verður Renn fyri lívi endilig tikin almentínýtslu.
Renn fyri lívi riggarátann hátt, at mann kann skráseta seg, og so fær mann boð, táonkur hevur brúk fyri hjálp. Skipanin verður stýrd av vaktsentralinumáLandssjúkrahúsinum, og innan 20-25 sekund hevur skipanin giviðtrimum persónum boðum at fara til hjálpar, inntil fakfólk kemurástaðið.
Sambært stigtakarunum kemur fyri, at langt er frásjúkrabili til tann, sum hevur brúk fyri hjálp, og tryggjar appin, at fólk kunnu koma at hjálpa, til sjúkrabilurin kemurástaðið, og verða tey verandi, til sjúkrabilurin er farin aftur.
Seinastu tíðina hevur appin veriðroyndarkoyrd, og núsærút til, at hon er klár, siga stigtakararnir.
Taðhevuríeina tíðveriðmøguligt hjáfólki at skráseta seg sum fyrstihjálpariáheimasíðuni hjáRenn fyri lívi, so at appin kundi royndarkoyrast. Núer royndartíðin tóliðug, so næstu ferðein fær ein alarm fráappini er tað álvara.
Renn fyri lívi hevur tørváfleiri hjálparum, og til ber at skráseta segárfl.fo. Stigtakarar koma at veita fyrstuhjálparskeiðtil fólk, sum eru knýtt at skipanini.
Taðeru Ragnar Jacobsen, ambulansuviðgerði, SólfríðFjallsbak, lækni, Jákup Haraldsen, tilbúgvingarleiðari, og Hans Jákup Wang Jacobsen, formaður fyri Vága Bjargingarfelag, sum hava tikiðstig til nýggju appina.
Stigtakararnir hava fingiðstuðul fráBetri Stuðulsgrunninum, LÍV, Føroya Bjór, EUR express, Vestpack, Gummibátatænastuni, Motusport, Lions Club Vágar, KJO,Elektron, Gimmix,Nema, Hiddenfjord og KVF. Eisini Føroya Politi, Sjúkrahúsverk Føroya og kommunurnar eru við.
Heimasíðan eitur Www.rfl.fo og facebooksíðan eitur www.facebook.com/rennfyrilivi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald