Politikkur

Nú stundar til val

...

2019-08-09 14:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leingi hevur verið bíðað og vónað, at val fór at verða útskrivað og ENDILIGA upprann dagurin, tá løgmaður lýsti val at verða 31. august.

Eg hevði ikki hugsað, at eg fór at bjóða meg fram sum valevni, men gongdin seinnu árini fær meg at gera

hetta kortini.

Eg vil fegin vera við til at umboða eina aðra kós, ella rættari sagt, rætta kósina upp aftur, sum vit hava drivið burtur frá so leingi.

Tað sýnist sum at politikarar tora ella vilja ikki lata demokratiið virka fult út.

Eitt mál, ið hevði so stóran týdning, at tað sjálvsagt átti at verið latið fólkinum at avgera við fólkaatkvøðu, var hjúnabandslógin. Demokrati merkir jú, at lata fólkið alt fáa ávirkan.

Aðrar og eins víðfevndar broytingar standa eyðvitað á dagsskrá hjá teimum flokkum, ið hava valdað hetta farna fýra ára valskeiðið, broytingar sum vilja gera óbótaligan skaða fyri land og fólk okkara og serliga fyri komandi ættarlið.

Í Føroyum ber væl til at gera lógir, ið hóska til okkara viðurskifti og ynski, heldur enn at leypa á

leistum aftaná rákinum aðrastaðni frá.

Tekur tú undir við, at vit í Føroyum sjálvi stýra og seta dagsskránna framyvir til landsins og fólksins besta, so gev mær tín stuðul á løgtingsvalinum 31. august.

Set kross við Miðflokkin ella eitt av valevnum hansara.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder