Politikkur

Nú skulu Norðoyggjar hava síni rættindi aftur javnbjóðis øðrum

...

2019-08-01 10:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrsta fortreyt fyri at ein landspartur skal kunna menna seg, er at hann verður viðgjørdur javnbjóðis øðrum og fær somu viðferð og rættindi sum hinir partarnir av landinum. Í farna valskeiði hevur landsstýrissamgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn gjørt órætt og givið Norðoyggjum verri viðferð og skerdar møguleikar á fleiri økjum, eitt nú til veiðirættindi, fiskidagar og menningarkvotur ??? tað má veljarin ikki gloyma.

Meðan hendan C-E-F samgongan hevur gjørt fleiri risa íløgur og menningarátøk longur suðuri á landi, hava tey víst ein heilt annan og neiligan hugburð til Norðoyggjar.

Slóðin eftir tey í Norðoyggjum er ógvuliga avdúkandi ??? lat meg nevna nøkur dømi:

Eingir tunlar norður um fjall

Hóast tey hava rátt fyri borgum í fýra ár, hóast tey hava samtykt og brúkt milliardir til aðrar íløgur, og hóast verandi tunlar næstan eru at meta sum deyðsfellur, so hevur púrt eingin vilji verið hjá C-E-F samgonguni at gera tunlarnar norður um fjall.

Framvegis ongin bygging av húsarhaldsskúla

Hóast løgmaður frá byrjan í hesum farandi valskeiðnum ferð eftir ferð hevur hildið røður, har hann hevur lovað nýggjan Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík, og hóast aðrir skúlar sunnanfjørðs eru bæði samtyktir og bygdir, so er enn eingin húsarhaldsskúlabygging byrjað.

Eingin vilji at kanna møguleikan fyri skúladepli

Hóast tey bæði á Kambsdali og við Glasum í Havn hava lagt ymsar skúlar saman fyri á tann hátt at skapa betri og meir áhugaverd og fjølbroytt skúlaumhvørvi, so hevur hetta landsstýrið einki gjørt fyri at kanna tann møguleikan ísv. TSK ??? Tekniski skúli og Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík.

??rættur ímóti fiskivinnuni í Norðoyggjum

Hóast Norðoyggjar í fleiri áratíggju hava satsað fiskivinnu, hóast fyritøkur her hava gjørt stórar íløgur í skip, fiskiloyvi og virkir, og hóast fiskimenn við konu og børnum her hava satsað sítt livibreyð, hús og heim uppá fiskivinnuna, so hevur hendan C-E-F samgongan tikið bæði kvotur, fiskidagar og møguleikan at søkja menningarkvotur frá Norðoyggjum.

Uppboðssøla av størvum innan fiskivinnuna

Hóast tilmælandi serfrøðingar mæltu frá tí, og hóast tað skapir stóran ótryggleika hjá teimum, sum hava sítt livibreyð á sjónum, hjúnafelaga og børnum, so helt landsstýrissamgongan millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn tvørt fast um at seta í verk eina uppboðssølu av fiskirættindum, sum rakar Norðoyggjar meinast av øllum landspørtum, við tað at reiðarí her í áravís hava gjørt stórar íløgur í skip og fiskirættindi. Hesin framferðarháttur noyðir reiðarí at kappbjóða um fiskin fyri at kunna varðveita skip og størv til manningar, sum hava bygt sær hús og stovnað familju í áliti á sjólívið.

Brandskatting drenar kapital úr Norðoyggjum

Seinasti grannskoðaði ársroknskapurin hjá einum av størstu reiðaríunum í Norðoyggjum avdúkaði, at tilfeingisskattur og uppboðssølukostnaður seinasta ár tók burtur allan vinning hjá hesum felag, sum undirgrevur møguleikarnar fyri nýíløgum í betri og tryggari arbeiðspláss til manningarnar.

Eingin nýggjur landsstovnur lagdur í Norðoyggjum

Hóast hesa fult tilvitaðu og álvarsomu skerjing av fiskivinnuni í Norðoyggjum hevur hendan landsstýrissamgongan ongi tekin víst um nakran vilja til at geva Norðoyggjum nakað í viðurlag fyri henda stóra vinnuliga, fíggjarliga og menningarliga miss á fiskivinnuøkinum og teimum atknýttu vinnunum, sum eisini missa av nýskipanini.

Klaksvíkar Sjúkrahús mist sína sjálvstøðugu leiðslu

Hóast nógvar ávaringar og mótmæli, bæði frá leiðslu og starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og í løgtinginum, so helmaði hendan landsstýrissamgongan ikki í, fyrr enn tað var eydnast henni at taka sjálvstøðugu leiðsluna frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi og lagt tað undir leiðsluna fyri Landssjúkrahúsið.

Lata Bústaðir byggja nógvar ferðir meir í høvuðsstaðnum

Hóast tørvurin á bíligum dygdarbústøðum er stórur kring landið, ikki minst í Norðoyggjum,, so hevur hendan landsstýrissamgongan hesi seinastu fýra árini latið landsalmenna bústaðafelagið Bústaðir bygt 20 bústaðir pr. 1000 íb. í høvuðsstaðnum og einans 6 bústaðir pr. 1000 íb.kring landið.

Bummgjaldið í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum ikki avtikið

Hóast norðoyingar og vágafólk fingu lovað frá byrjan, at tá lánini hjá Vágatunlinum og Norðoyatunlinum vóru niðurgoldin, skuldi bummgjaldið steðgað, og hóast tað bæði er verri fyri samfelagsnyttuna av tunlunum og eisini kappingaravlagandi og órættvíst ímóti hesum báðum landspørtum at halda fram við bummgjøldum, so hevur hendan landsstýrissamgongan ongan vilja til at halda hesi givnu lyfti til norðoyingar og vágafólk.

Ein sentralistisk samgonga

Hóast meginparturin av menningini innan høvuðsvinnur okkara er framd og uppbygd í norður-Føroyum, so hevur hendan landsstýrissamgongan í verki víst ein ógvuliga einvísan sentralistiskan hugburð, sum mest av øllum er gingin útyvir hendan partin av landinum.

Vil ikki vita av helvtini av veljarunum í Klaksvík

Og oman á alt hetta hevur løgmaður ??? hóast føddur og uppvaksin í Klaksvík ??? gjørt tað til eitt persónligt politiskt mál at halda tann í Norðoyggjum nógv størsta flokkin, sum til seinasta fólkatingsval fekk helvtina av greiddu atkvøðunum í Klaksvík, uttan fyri tær samgongur, har hann er partur. Sami maður tosar um at savna tjóðini og heitir á allar flokkar um at føra eitt virðiligt valstríð.

Nú er møguleikin at gera upp við hesa skeivu kós.

Fólkaflokkurin hevur bæði viljan og styrkina til at seta aðra kós fyri landið, vinnuna og familjurnar her á klettunum, har ein munandi størri og javnbjóðis virðing verður víst fyri øllum landspørtum í føroyska samfelagnum eins væl og virðing teimum grundleggjandi virðum, sum gjøgnum mong ættarlið hevur ment, bygt og vart land og fólk okkara.

Her vil eg fegin brúka mínar royndir til at hjálpa og gera mun, eisini so Norðoyggjar aftur fáa sín sjálvsagda rætt til javnbjóðis treytir við allar aðrar partar av landinum. Tað má vera minstakrav til eina komandi landsstýrissamgongu.

Nú skulu Norðoyggjar hava síni rættindi aftur javnbjóðis øðrum.

Jákup Mikkelsen

Løgtingsmaður og løgtingsvalevni fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder