2020-09-24 16:47
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri løgtingið, ið hevur við sær, at ferðafólk skulu gjalda fyri koronakanningarnar við komu á flogvøllinum.
Kostnaðurin er 312 kr., og er avgjaldið galdandi frá 1. oktober til 31. desember 2020.
Uppskotið var til fyrstu viðgerð í dag.
Tað er ikki ofta, at andstøðan tekur undir við samgonguni, men undir viðgerðini gjørdist tað greitt, at allir flokkar taka undir við uppskotinum.
Tað er lítið at ivast í, at kanningarnar eru ein týðandi partur hjá okkum at verja okkum ímóti koronufarsóttini, samstundis sum føroyingar framhaldandi kunnu hava ein vanligan gerandisdag.
Uppskotið verður væntandi endaliga avgreitt í komandi viku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald