JN

Nú næla kanska heimsins bestu eplir

...

2019-07-01 07:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ikki ólikt vínmarkunum sunnanfyri síggjast nú eplini á Sandafløtum næla, væl hjálpt av lýggja veðrinum vit hava í løtuni. Tey vænta at fyrstu eplini koma á marknaðin í august mánaða. Annars er hópurin av øðrum grønmeti eisini sett niður á Sandi.

Hóast góð líkindir yvirhøvur eru í Føroyum at velta eplir so er okkara egna framleiðsla ikki meira enn umleið 700 tons meðan vit innflyta sløk 4.000 tons ! Tað skuldi verði upplagt at vit vóru sjálvforsýnandi við eplum.

Undir fyrra heimsbardaga vóru so nógv eplir velt at Føroyar útfluttu eplir til Íslands.

Johan Mortensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder