Í tíðindunum á middegi hoyrdu vit um ætlanirnar, ið Marine Harvest hevur at menna Sandoynna, har Marine Harvest í samstarvi við Thor ætlar at taka flakavirkið á Sandi í nýtslu aftur, og at hetta kemur at skapa eini 25 arbeiðspláss á Sandoynni afturat.
Sandoyggin lá fyri fáum árum síðani í svartloysi tá tað kom til arbeiði í oynni. Sandoy Seafood varð steðga við virksemi teirra á Sandi, og so við og við fánaði eisini arbeiðið á flakavirkinum á Skopun, til tað at enda lá stilt.
Síðani eydnaðist tað at fáa Marine Harvest í oynna, í og við at royndarloyvi til aling á Sandsvág varð latið Marine Harvest, og somuleiðis tók Marine Harvest táttin við fiskavirking í Skopun uppaftur. Hetta hevur havt støðugt arbeiði við sær í oynni, og bæði kommunur og einstaklingar hava nýtt gott av hesi loysn.
Støðan í Sandoynni er tó ikki batnað tá tað kemur til fólkatalið. Eins og Suðuroyggin smokkar Sandoyggin burturímillum við fólkatali, og harafturat er demografiin í oynni ein ræðumynd. Suðuroyggin hevur politiskt fingið skavað sær so mikið av góðvilja, at við seinastu átøkunum kemur gongdin helst at fara rættan vegin, nú bæði alingin rættuliga tekur dik á seg, og uppisjóvarvinnan leggur nógv arbeiðspláss í Suðuroynni.
Í Sandoynni er støðan tó lítið broytt, og nú eigur eftir mínum tykki Sandoyggin at standa fyri tørni.
Eg stuðli tí fult og fast ætlanunum hjá Marine Harvest og Thor at fáa ment oynna aftur við arbeiðsplássum, arbeiðspláss sum koma at hava við sær at fólk aftur fær fótin fastan í oynni, gróðursettan í privatu vinnuni.
Hetta er ein gyltur møguleiki at fáa lív í niðurløgd og nógv saknaði arbeiðspláss á havnalagnum á Sandi, og samstundis lyfta oynna uppaftur á tað støðið hon eigur at verða á.
Tí heiti eg á Landsstýrið um at vísa øllum slíkum menningarætlanum sum hesari vælvild, tí at tað sum má og skal til fyri at menna Sandoynna aftur eru arbeiðspláss og vinnuligt virksemi, sum skapar ringvirknað í alt tað lokala umhvørvið.
Nú má Sandoyggin aftur á breddan, nú mugu vit standa fyri tørni at fáa lut í ríkidøminum.
Brandur Sandoy, Borgarstjóri á Sandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald