
Á tíðindafundinum í dag tann 14. mai boðaði løgmaður frá, at nú skulu Føroyar enn meira upp í ferð. Ítøkiliga er talan um hesar broytingar:
Frástøða
Almenna tilmæli um frástøðu verður broytt úr tveimum metrum niður í ein. Sostatt skalt tú halda frástøðu á minst ein metur í almenna rúminum.
Kortini skulu vit halda frástøðu á tveir metrar, har serlig atlit mugu takast. Tað er til dømis, har fólk í vandabólki eru, og har fólk eru serliga í serliga stórum vanda fyri dropasmittu ??? tað er til dømis, har sangur, róp og ítróttur eru.
Fleiri fólk kunnu savnast
Hetta verður nú broytt til 100 fólk. Tað vil siga, at vit kunnu í mesta lagi savnast 100 ??? sjálvandi við frástøðu.
Skúlar og útbúgvingar
Á skúlaøkinum fara allir flokkarnir aftur í skúla. Tað vil siga, at í fólkaskúlanum fara eisini 6. flokkur, 7. flokkur, 8. flokkur og 10. flokkur aftur í skúla skjótast tilber.
Somuleiðis kunnu Fróðskaparsetrið, Vinnuháskúlin og háskúlar fara aftur í skúla sum vant.
Áskoðarar til ítróttartiltøk
Kappróður, fótbóltsdystir og onnur ítróttatiltøk kunnu nú avgreiðast við áskoðarum. Men hetta skal gerast undir skipaðum viðurskiftum, so smittuvandin er so lítil sum tilber.
Dansi- og skeinkistøð
Hildið verður fast um tilmælið um, at dansi- og skeinkistøð lata aftur kl. 22:00
Bygdaleiðir
Bygdaleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins fara nú at koyra eftir vanligu ferðaætlanini og uttan bílegging. Nakrar avmarkingar vera kortini. 22 ferðafólk kunnu koyra við stórum bussunum, 10 kunnu koyra við teimum miðalstóru bussunum, og fimm fólk kunnu koyra við teimum lítlu bussunum.
Festivalar og størri mentanartiltøk
Hildið verður fast um, at eingir festivalar ella størri mentanartiltøk verða hildin áðrenn 30 juni. ??tlanin er at eftirmeta støðuna og koma við nýggjari fráboðan seinast í mai.
Ferðafólk til landið
Áheitanin um, at ferðafólk ikki eiga koma til landið fram til 30.juni, stendur við. Eisini verður hildið fast við tilmælið um, at fólk, ið ferðast til Føroya, skulu í sóttarhald í 14 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald